Hondbóltur

Stroymið steypafinalurnar her

Seks tær fyrstu barna- og ungdómsfinalurnar eru spældar. Fýra afturat eru á skránni áðrenn vaksnammanfinalurnar, ið kunnu síggjast í Kringvarpinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-25 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypafinaluvikuskifti í Høllini á Hálsi er fór í gongd við U16-finalunum, har Kyndil vann hjá gentum og H71 hjá dreingjum. 

Klokkan níggju í morgun varð lagt til brots aftur, og fýra finalur eru higartil spældar, har stórir spenningur hevur verið í fleiri teirra. VÍF og Team Klaksvík dreingir 10 eru fyri líltari løtu síðani farnir á vøllin, og hendan finalan - eins og restin av barna- og ungdómsfinalunum í dag og allar í morgin - kunnu stroymast á leinkjuni ovast í greinini.

Higartil hava fimm ymisk feløg vunnið steyp, og ein rúgva av spennandi hondbólti afturat skal spælast í høvuðsstaðnum, og høvuðsdystirnir eru vaksnamannafinalurnar í kvøld. Hesir dystirnir kunnu síggjast í Kringvarpinum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og Portalurin veðrur á staðnum við myndum, samrøðum og øðrum.

Steypafinaluvikuskifti:

Fríggjadagin 24. februar:
18.30 – Gentur 16 Kyndil – VÍF 25-20
20.00 – Dreingir 16 Neistin – H71 22-24

Leygardagin 25. februar:
09.00 – Dreingir 10B EB a – Kyndil c 15-14
09.40 – Gentur 12B Søljan – H71 c 15-14 
10.30 – Dreingir 12B Neistin b – KÍF 15-20
11.20 – Gentur 10A StÍF a – H71 a 14-18
12.00 – Dreingir 10A VÍF a – Team Klaksvík
12.40 – Gentur 10B VB a – VÍF c
13.20 – Gentur 12A H71 a – Neistin a
14.20 – Dreingir 12A Kyndil a – H71 a
16.30 – Kvinnur H71 – Kyndil
19.00 – Menn H71 – KÍF

Sunnudagin 26. februar
12.50 – Eydnudeildin
13.30 – Gentur 14B H71 b – VB
14.30 – Dreingir 14B VÍF – KÍF
15.30 – Gentur 14A Neistin – VÍF
16.30 – Dreingir 14A Neistin a – Kyndil a
17.30 – Gentur 18 H71 – Neistin
19.00 – Dreingir 18 VÍF – H71

Fleiri myndir av steypavinnarum kunnu síggjast á Facebook-síðuni hjá Hondbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder