Leygardagin tapti Ajax København við einum máli á heimavølli móti Randers, men í kvøld, tá Súna Krossteig Hansen og Lív S. Poulsen vóru á vitjan í Silkeborg, eydnaðist tað at fáa eitt stig í hús.
Tað var Ajax København, sum var á odda at kalla allan fyrra hálvleik men í seinna hálvleiki vendi, og munurin var eitt skifti seks mál.
Ímóti endanum gjørdist veruliga spennandi tá munurin tódnaði niður í einki. Dysturin endaði 28-28, og tað var Súna Krossteig Hansen sum skoraði síðsta málið í dystinum og tryggjaði Ajax óvæntað ta eina stigið.
Landsliðsleikarin fekk tvey mál í dystinum.
Liðið hjá Súnu og Lív hevur skavað fimm stig saman upp á sjey dystir, og liggur á tíggjunda plássið. Odense liggur á fyrsta plássið við 12 stigum.
Silkeborg - Ajax København 28-28 (17-16)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald