Fótbóltur

Super League: Øll Premier League-feløgini hava nú framt eina kúvending

Arsenal, Chelsea, Tottenham Liverpool og Manchester-feløgini boðaðu í gjárkvøldið frá, at tey kortini ikki fara at luttaka í kappingini, ið allarhelst verður av ongum. Orsøkin er stóra mótstøðan og ónøgdin um ætlanina í fótbóltsheiminum.

Klopp og Henderson talaði báðir at ætlanini hjá felagið sínum um at luttaka í ESL (Mynd: EPA)

Klopp og Henderson talaði báðir at ætlanini hjá felagið sínum um at luttaka í ESL (Mynd: EPA)

2021-04-21 06:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann evropeiska "superdeildin" tykist at verða steðgað í føðingini. Síðani søgurnar um, at tólv feløg ætlaðu at stovnseta eina deild fyri bara tey og so nøkur fá feløg afturat, komu fram tíðliga sunnukvøldið, og serliga eftir almennu fráboðanina seint sunnukvøldið, hevur ein rúgva av ákoyringingum verið at hoyrt og lisið frá viðmerkjarum. Á sosialu miðlunum hava fjepparar og onnur fingið givið sína hjartans meining til kennar, og UEFA, FIFA og Premier League hava hótt við at útihýsa hesum feløgunum frá sínum deildum og landsliðsfótbólti. Nú hava tey ensku feløgini eisini tikið avleiðingarnar.

Les eisini:
Fótbóltsheimurin skelkaður yvir ætlanirnar hjá teimum stóru
Ceferin í øðini inn á lygnararnar í evropeiskum fótbólti

Arsenal, Tottenham, Chelsea, Liverpool, Manchester City og Manchester United úr Onglandi, Atletico Madrid, Real Madrid og Barcelona úr Spania, umframt AC Milan, Inter Milan og Juventus úr Italia eru tey tólv feløgini, ið eftir ætlan skuldu spæla fast í "European Super League". Síðani skuldi trý finnast afturat - Bayern, Dortmund, PSG og Porto hava sagt nei - og fimm pláss skuldu verða opin eftir avrikum hjá ymsum liðnum.

Men júst tað at tað er so mikið fast sett, hvør eftir ætlan er við í hesari "fínu familjuni", og tað at tað í stóran mun snýr seg um hjá hesum stóru at fáa uppaftur meira pening - millum annað millardir frá amerikanska bankanum JP MorganChase - og harvið tryggjað eina støðufasta inntøku, sum hevur ógvuliga lítið við avrik at gera, er ógvuliga illa dámt. Og eftir stórt trýst, millum annað frá hinum 14 Premir League-feløgunum ið høvdu fund í gjár, so valdu øll tey ensku feløgini í gjárkvøldið at siga stopp.

[object Object]
Pep Guardiola gjørdi í gjár greitt, at hann ikki sær ætlaðu deildina, sum nakað, ið hevur við veruliga kapping at gera (Mynd: EPA)

Fyrst var tað Manchester City - Pep Guardiola segði á tíðindafundi í gjár, at hetta ikki líktist einari veruligari kapping, og at feløgini høvdu nógv, sum tey skuldu gera greitt. Sìðani kom Chelsea - Premier League dysturin hjá liðnum móti Brighton varð útskotin eina løtu, tí so nógvur ófriður var av mótmælisfólkum uttanfyri Stamford Bridge, ið millum annað forðaði leikarabussinum hjá liðið sínum at parkera. Eins og City, so ásannaði felagið í stuttari fráboðan í gjárkvøldið, at sterku mótmælini frá serliga fjepparum hava gjørt mun.

Jürgen Klopp og James Milner gjørdu í samband við dystin í Leeds mánakvøldið greitt, at teimum ikki dámdu hetta, og at teir vónaðu, at tað ikki fór at gerast veruleiki. Sambært fleiri keldum hevur Liverpool-liðfomaðurin Jordan Henderson gingið á odda við at vísa á leikaramótmæli, og ónøgdin hevur eisini verið stór millum leikararnir í Manchester United. Har varð eisini boðað frá í gjárkvøldið, at varastjórin Ed Woodward, ið hevur verið ein av oddamonnunu í ætlanunum, gevst síðst í hesum árinum. Arsenal gav í sínari fráboðan um umbering fyri ætlanirnar.

Samanlagt tykjast leiðslurnar í feløgunum at hava ásanna, at hetta ikki fer at bera á mál uttan stórar avleiðingar. Men spurningurin er, hvøjra framtíð summir av eigarunum hava, hvat sponsku og italiensku feløgini fara at gera, og so sjálvandi hvøjrar avleiðingar annars ætlaninar fara at fáa. UEFA, sum feløgini helst eisini hava vilja lagt trýst á, hevur lagt eina ætlan á borðið um Champions League í framtíðini, men kunnu hesi stóru feløgini fáa meira ávirkan? Ella hevur hendingarnar seinastu samdøgrini gjørt stóran skaða á tey? Í øllum førum tykist framtíðini hjá evropeiskum fótbólti í fyrstu syftu ikki at broytast kollveltandi kortini.
   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder