Fótbóltur

Superveteranar halda fram á Skála

Pætur Dam Jacobsen og Jónhard Frederiksberg hava samanlagt spælt 761 dystir í Betrideildini, og skulu komandi kappingarárið royna at fáa teir appelsinlittu upp har aftur.

Pætur Dam Jacobsen hevur verið liðformaður hjá Skála seinastu árini og tekur eitt tørn afturat (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pætur Dam Jacobsen hevur verið liðformaður hjá Skála seinastu árini og tekur eitt tørn afturat (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-01 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir eru samanlagt 78-ára gamlir og hava samanlagt spælt 761 dystir í fremstu røð í Føroyum - tann eldri við 35 dystum fleiri. Tað er ikki vorðið talan um eins nógvar dystir í 1. deild - 105 av slagnum - men í 2021 verða tað fleiri.

38-ára gamli miðvallarin Pætur Dam Jacobsen og 40-ára gamli bakkurin, fyrrverandi áleypari, Jónhard Frederiksberg hava ávíkavist tríggjar og 13 A-landsdystir á baki. Teir vunnu FM við EB/Streymi í 2012, Jónhard vann eisini við NSÍ í 2007, og vóru í 2005 við til besta árið hjá Skála nakrantíð, har felagið var undir ein tíma frá at gerast føroyameistari. Allar teirra royndir fara at koma Skála til góðar í 2021. 

- At hava royndirnar hjá hesum báðum veteranunum við okkum í komandi kapparárið, er gull vert fyri felagið og hópin. Umframt virknan leiklut sum leikarar, eru báðir virknir í felagnum á ymsan hátt, og vit fegnast um at hesir garparnir eru sinnaðir at taka eitt tak við felagnum aftur í komandi kappingarári.

[object Object]
Jónhard Frederiksberg í dysti móti NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Felagið kunngjørdi í gjárkvøldið góðu tíðindi at byrja nýggja árið við, og við teimum varð øllum ynskt øllum eitt gott og eydnuberandi 2021.

Skála flutti í fjør niður í 1. deild, har liðið skal spæla fyri fyrstu ferð síðani 2015. Pætur Dam Jacobsen spældi sum 37-ára gamal 25 dystir og var liðformaður. Jónhard Frederiksberg byrjaði á næstbesta liðnum, men gjørdi síðani comeback í fremstu røð og vísti at hann framvegis er væl fyri á ymsan hátt.

Fyri jól gjørdist greitt, at Niels Pauli Danielsen, ið hevur verið á Skála í trý kappingarár og sum eisini spældi saman við Pæturi og Jónhardi í EB/Streymi í 2012, hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið. 

Les meira: Niels Pauli Danielsen heldur fram á Skála

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder