Kári Horn tók beint fyri jól í fjør við sum venjari hjá besta liðnum hjá Stjørnuni.
Havnarmaðurin hevur síðani staðið á odda, og tað var millum annað nær við, at Stjørnan í februar kom í steypafinaluna fyri fyrstu ferð í tíggju ár.
Nú fýra umfør eru leikt í SMS-deildini er greitt, at Kári Horn ikki heldur fram sum venjari í Klaksvík.
- Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í SMS-deildini. Hetta er gjørt í sátt og semju við nevndina og venjara. Vit vilja takka Kára fyri tíðina hann hevur verið við okkum sum venjari.
Kári Horn var venjari hjá Stjørnuni í seinnu hálvu síðsta kappingarár og fyrstu fýra dystirnar hetta árið (Mynd: Sverri Egholm)
Hesum boðaði Stjørnan frá seint í gjárkvøldið. Samstundis varð kunngjørt, at nýtt venjaratoymið er uppá pláss.
Talan er um Svein Rógva Nielsen Ljósstein og Anniku Karlsdóttir Ljósstein, ið bæði hava drúgvar royndir innan hondbólt.
Svein Rógvi hevur verið venjari ymsastaðni, og eisini virkin innan rógving og fótbólt, og hann var millum annað venjari hjá Stjørnuni miðskeiðis í 00'unum, tá bæði FM- og steypagull komu í hús. Tá var Annika leikari, og hon hevur verið við til at vunnið nógv heiðursmerkir til barndómsfelagið.
Stjørnan skrivar, tey gleða seg til komandi samstarvið við Svein Rógva og Anniku. Fyrsti dysturin við parinum á odda verður á útivølli móti EB fríggjakvøldið klokkan 20. Stjørnan hevur vunnið tríggjar útav sínum fýra dystum higartil í ár og hevur harvið seks stig og liggur á 3. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald