Fótbóltur

Sveis skúgvaði Ungarn til viks

Ógvuliga góð byrjan hjá liðnum, sum var nær við at koma í hálvfinaluna seinast. Við 3-1 sigrinum liggur Sveis longu væl fyri til at koma víðari saman við týsku vertunum.

Kwadwo Duah skoraði í 12. minutti í sínum fyrsta endaspælsdysti (Mynd: EPA)

Kwadwo Duah skoraði í 12. minutti í sínum fyrsta endaspælsdysti (Mynd: EPA)

2024-06-15 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólin skein í Köln, tá Sveis og Ungarn brustu saman í dysti nummar tvey í bólki A í EM-endaspælinum.

Lagt varð upp til ein tættan dyst, men í fyrra hálvleiki var Sveis greitt omaná. Teir í reyðum settu seg skjótt á spælið, og vælspælt álop í 12. minutti endaði við, at Kwadwo Duah setti bóltin í netið. Fyrst veittrað hjálpardómarin fyri rangstøðu móti áleyparanum úr Ludogorets, men VAR vísti, at so var ikki. 1-0 og eitt heilt serligt við hesum er, at 27-ára gamli Duah spældi sín fyrsta A-landsdyst tíðliga í hesum mánaðinum.

[object Object]
Duah sendur bóltin framvið Peter Gulásci (Mynd: EPA) 

Michel Aebischer hevði spælt Duah væl frían, og beint fyri hálvleik skoraði hann við góðum skoti stutt uttanfyri brotsteigin til 2-0.

Ungarn vísti meira í 2. hálvleiki, og Barnabas Varga hevði havt ein stóran møguleika, stutt áðrenn hann í 66. minutti minkaði um munin. Hetta var eftir gott innlegg frá liðformanninum Szoboszlai. Liverpool-miðvallarin hevð annars ikki sín besta dyst, og Ungarn rakk ikki tí stigi, sum liðið ofta hevur víst seinastu árini.

[object Object]
Barnabas Varga hevur skorað móti Sveis (Mynd: EPA) 

Eitt heldur serstakt ting við málinum - við føroyskum brillum - her, er at Barnabas Varga í fjør spældi 180 minuttir fyri Ferencvárosi móti KÍ í Champions League uttan at vera nær við at skora. Nú sló hann til í EM.

Hetta var tó ikki nóg mikið hjá Ungarn, sum annars royndi at trýsta. Sveis var meira verjukent eftir steðgin, men í yrvirtíðin kveistrarði Breel Embolo allan iva til viks. 3-1 og trý stig til Sveis.

[object Object]

Tað gekk eisini væl hjá Sveis til seinasta EM-endaspælið. Eftir bólkaspælið basti liðið Fraklandi, áðrenn tað endaði við tapi í brotsparkskapping í fjórðingsfinaluni móti Spania. Nú stendur tað til, at Sveis og Týskland í øllum førum koma víðari úr hesum bólkinum. Hetta verður greiðari mikukvøldið.

EM 2024
Bólkur A:
Í dag, leygardagin 15.06
Ungarn - Sveis 1-3 (0-2)
12' Kwadwo Duah 0-1
45' Michel Aebischer 0-2
66' Barnabas Varga 1-2
90 (+3)' Breel Embolo 1-3

Í gjár, fríggjadagin 14.06
Týskland - Skotland 5-1 (3-0)
10' Florian Wirtz (Joshua Kimmich) 1-0
19' Jamal Musiala (Kai Havertz) 2-0
45 (+1)' Kai Havertz, br. 3-0
68' Niklas Fullkrüg 4-0
87' Sjálvmál 4-1
90 (+3)' Emre Can (Thomas Müller) 5-1

Reytt kort: Ryan Porteus, Skotland (44')

Les eisini: Toni og Týskland løgdu bragdliga fyri

Tveir dystir eru á skránni í kvøld

Bólkur B:
Leygardagin 15.06
17.00: Spania - Kroatia (TV2 Sport X/TV2 Play)
20.00: Italia - Albania (KVF og DR1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder