Kappróður

Sverri Nielsen gjørdist nummar fýra

Tað bleiv til eitt 4. pláss hjá føroyska rógvaranum í A-finaluni til EM í Sveis í dag.

Sverri Nielsen (Savnsmynd: EPA)

Sverri Nielsen (Savnsmynd: EPA)

2019-06-02 14:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Danmark hevði fimm bátar í A-finalunum, eydnaðist tað ikki nøkrum á danska liðnum at vinna sær heiðursmerki til EM í Sveis.

Miðvingurin, Sverri Nielsen, endaði á einum 4. plássi.

Í gjár gjørdist hann nummar tvey í bæði fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni.

Sverri fekk staðfest diskusprolaps fyri tveimum vikum síðani, men hetta forðaði honum ikki í at luttaka.

Men hóast Sverri ikki helt, at skaðin fór at vera nakar trupulleiki, segði hann seg ikki rokna við at fáa nakað heiðursmerki.

- Verði eg millum 12 tey bestu, er tað í lagi. Verði eg millum seks tey bestu, er tað gott, segði hann við DR fríggjadagin.

Venjari hansara, Thomas Poulsen sigur, sambært Dansk Forening for Rosport, at hann helt, Sverri kláraði seg sera væl í dag.

Les eisini: Føroyskur rógvari til EM við diskusprolaps

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder