Kappróður

Sverri Nielsen vann World Cup í Hollandi

Hetta var 2. World Cup-sigurin á rað hjá miðvinginum.

Savnsmynd (Rógvi Langgaard)

Savnsmynd (Rógvi Langgaard)

2019-07-14 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin vann Sverri Nielsen A-finaluna í singesculler til World Cup í Hollandi.

Sverri Nielsen kom fyrstur á mál við tíðini 7:24:51, skrivar Kringvarpið.

Tá føroyski rógvarin skuldi kappast um finaluplássið fríggjadagin, var veðrið ikki til vildar, og so var heldur ikki í dag. Sverri Nielsen fekk eina ringa byrjan orsakað av veðrinum, men kortini eydnaðist tað honum at koma afturíaftur.

Norðmaðurin Kjetil Borch endaði á einum 2. plássi við tíðini 7:24:93.

Hetta er 2. World Cup-sigurin á rað hjá Sverra Nielsen, sum í juni eisini vann World Cup í Póllandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder