Miðvingurin Sverri Nielsen, sum rør við danska landsliðnum endaði á einum 4. plássi í A-finalunum í EM-kappingini í Sveis fyri góðum trimum vikum síðani, og nú ger hann aftur um seg.
Í hesum døgum umboðar Sverri Nielsen Danmark í World Cup í Poznan í Póllandi, og er hann millum tey fýra á danska liðnum, sum vunnu sær pláss í A-finalunum, sum verða í morgin.
- Fyri triðu ferð á rað vann Sverri Nielsen sítt heat til World Cup í Poznan. Sostatt er Sverri klárur til A-finaluna, skrivaði danska róðrarsambandið m.a. á heimasíðu sína.
- Tess meira Sverri heldur fram við at dominera, tess meira virðing fáa tey fyri honum, sigur Thomas Poulsen, venjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald