Norðurlendskt brak var í stóru Scandinavium í Göteborg, har tað var fullsett í kvøld. Meginpartin av teimum umleið 12.500 áskoðarunum var sjálvandi svenskur, men mælskir íslendingar - umleið 3.000 í talið - settu sanniliga eisini sín dám á.
Tað gjørdist eisini ein tættur fyrri hálvleikur, har Svøríki var betri fyrstu løtuna, íslendingar vóru greitt omaná mitt í hálvleikinum, og har sviar síðani høvdu ein góðan endaspurt og syrgdu fyri, at tað var 17-16 í steðginum.
Svenski verjustýrimaðurin Max Darj fekk tvær útvísingar teir fyrstu tíggju minuttirnar og spældu eftir hetta lítið og einki. Tað tyktiskt at darva svensku verjuna nógv restina av hálvleikinum, og Gisli Kristjansson gav verjuni høvuðbrýggj við sínari ferð, avbjóðingum, gjøgnumbrotum, skotum og flottum fríspælingum. Tað kom tó sum stórur smeitur, at høgri bakkurin Omar Ingi Magnusson noyddist út við skaða eftir áleið eitt korter, og at liðformaðurin og stjørnan Aron Pálmarsson als ikki fekk spælt.
Íslendska verjan hevði trupult við at støðga svensku gjøgnumbrotunum
Í hinum endanum var royndi Palicka ein stórur trupulleiki fyri íslendingar - svenski málverjan hevði fleiri stórbjargingar
Guðmundur Guðmundsson hevði nógv at irða seg um...
Norðmaðurin Glenn Solberg hevði hinvegin nógv at fegnast um - hann hevur higartil fingið frálík úrslit sum landsliðsvenjari hjá Svøríki, ið skjótt skal hugsavna seg at koma í finaluumfarið (Myndir: EPA)
Íslendski toppskjúttin Bjarki Mar Elisson viðgekk í viðtalu við mbl.is eftir dystin, at tað var trupult at spæla hendan týdningarmikla dystin uttan tveir heimsklassaleikarar, men at íslendingar sum heild eisini brendu ov illa. Sprellimaðurin Andreas Palicka kom inn í málið seint í 2. hálvleiki, og til tíðir tók hann fullkomiliga broddin av íslendingum. Svenski liðformaðurin bjargaði næstan 45 prosent av skotunum og átta sín stóra leiklut í, at tað ikki var spennandi seinastu tíggju minuttirnar.
Liðið hjá Gudmundi Gudmundsson var annars komið væl aftur eftir ringa byrjan í seinna hálvleiki. Tað var eina løtu +5 til Svøríki, men brádliga hevði Ísland møguleika at minka munin niður til eitt mál. Tað eydnaðist ikki, og so fóru meira effektivu sviarnir avstað. Við sigrinum hevur liðið hjá Glenn Solberg tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalu mikudagin - ikki nóg mikið við tí: Svøríki eigur eisini fyrsta plássið í bólkinum. Evropameistararnir skulu helst spæla móti Danmark ella Egyptalandi.
Ísland skal vóna, at greitt veikasta liðið í bólkinum, Grønhøvdaoyggjarnar, vinnur á Ungarn í fyrsta dystinum sunnudagin. Síðani skal Ísland gera sítt móti Brasil, og til seinast skal Svøríki, ið einki ítøkiligt hevur at spæla fyri, fáa stig móti Portugal. Tað sær harvið ógvuliga trupult út hjá íslendingum, og lagt er upp til, at Portugal og Ungarn skulu stríðast um hitt fjórðingsfinaluplássið í bólkinum.
Høvuðsumfarið
Bólkur I
1. Spania 8 stig
2. Frakland 8 stig
3. Slovenia 4 stig
4. Pólland 2 stig
5. Montenegro 2 stig
6. Iran 0 stig
Í dag - fríggjadagin 20.01
Slovenia - Spania 26-31 (15-15)
Iran - Frakland 29-41 (14-18)
Montenegro - Pólland 20-27 (8-11)
Seinasta umfar - sunnudagin 22.01:
14.30: Montenegro - Slovenia
17.00: Iran - Pólland
20.00: Spania - Frakland
Les eisini: Frakland og Spania eru víðari til fjórðingsfinalurnar
Bólkur II
1. Svøríki 8 stig
2. Portugal 5 stig
3. Ungarn 4 stig
4. Ísland 4 stig
5. Brasil 3 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig
Dystirnir í dag - fríggjadagin 20.01
Grønhøvdaoyggjarnar - Portugal 23-35 (14-14)
Brasil - Ungarn 25-28 (14-14)
Ísland - Svøríki 30-35 (16-17)
Seinasta umfar - sunnudagin 22.01
14.30: Grønhøvdaoyggjarnar - Ungarn
17.00: Brasil - Ísland
19.30: Svøríki - Portugal
Fult umfar í hinum báðum bólkunum verður í morgin
Bólkur III
1. Noreg 6 stig
2. Týskland 6 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Serbia 2 stig
5. Katar 0 stig
6. Argentina 0 stig
2.umfar: Í morgin, leygardagin 21.01:
14.30: Serbia - Argentina
17.00: Katar - Noreg
19.30: Niðurlond - Týskland
Bólkur IV
1. Egyptaland 6 stig
2. Danmark 5 stig
3. Bahrain 4 stig
4. Kroatia 3 stig
5. Belgia 0 stig
6. USA 0 stig
2.umfar: Í morgin, leygardagin 21.01:
Egyptaland - Bahrain
Kroatia - Belgia
USA - Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald