Hondbóltur

Taka sær av løttum undan seinna dystinum í Tokyo

Føroyar spæla aftur í morgin, mikudagin klokkan 10.30. Í dag hevur tíðin verið nýtt til at síggja stórbýin nærri.

Nicholas Satchwell slappar av í hæddunum (Mynd: HSF)

Nicholas Satchwell slappar av í hæddunum (Mynd: HSF)

2024-07-02 14:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

A-landsliði hjá monnum hevur í dag tikið sær av løttum í Tokyo. Tíð hevur verið til eitt sindur av "sightseeing" í japanska høvuðsstaðnum hjá føroysku hondbóltsspælarunum.

Hetta skrivar Hondbóltssambandið á Facebook-síðu sínari.

Í gjár spældi liðið fyrra venjingardystin móti japanska liðnum, sum skal til OL. Tað endaði 30-29 til Føroyar.

Sí eisini: 
Føroyar vunnu eftir javnan dyst í Japan
Allan og Elias skoraðu flest mál í Tokyo

HSF skrivar soleiðis um dagin hjá føroysku manningini:

- Í morgun var spælarafundur á skránni, har dysturin í gjár bleiv eftirmettur og ætlan bleiv løgd fyri dystin á morgin. Eftir ein góðan frokost gekk leiðin við metroini inn at síggja og uppliva eitt sindur av Tokyo. Hópurin var m.a. á takinum á Shibuya Sky, har útsýnið var frálíkt yvir allan býin. Síðani var ein løtu, har menn kundu ganga runt og njóta hendan serstaka, sera vælskipaða og nossliga stórbýin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Myndir: Hondbóltssamband Føroya

Tokyo er átta tímar frammanfyri føroyska tíð.

Kvøldið verður brúkt upp á at fyrireika seg til dystin í morgin, mikudagin 3. juli. Dysturin byrjar kl. 10.30 føroyska tíð. Hann kann stroymast HER.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder