Annað

Talv: Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Við nýggja moldovska stórmeistaranum, Vladimir Hamitevici, sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-22 07:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vladimir Hamitevici var ógvuliga sannførandi á 1. borði, og vann leikandi lætt á Rógva Egilstoft Nielsen. Vladimir rør út við Norðsøka, men teir lógu inni fyri veður í gjár.

Ernaður av góða styrkinum á liðnum gjørdi Ólavur Simonsen á øðrum borði stórmeistaranum bragdið eftir og koppaði føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen. Tað er rárasta hending, at báðir Egilstoft-brøðurnir tapa í sama dysti. Sandavágsmenn svaraðu kortini aftur á aftaru borðunum. Har vunnu Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen á ávikavist Rana Nolsøe og Terja Petersen.

[object Object]
Vladimir Hamitevici spældi Rógva Egilstoft Nielsen niður

Hanus útinti sensasjónina

Javnleikurin í Vágum gav FM-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag eitt gylt høvi at fáa veruligan spenning í aftur oddastríðið, men teir tóku ikki rættiliga av. Gaman í vunnu teir 3-1 á kollfirðingum, men her var mann móti manni so stórur munur á øllum borðum, at einki uttan 4-0 var nøktandi, nú endaspurturin nærkast.

Tað kom tí havnarmonnum dátt við, at Olaf Berg mátti dvína fyri Hanus Joensen á øðrum borði. Hanus var í síni tíð ein av bestu telvarum í Føroyum - føroyameistari í 1977 - men veteranurin er rímiligt dragnaður afturúr tey seinnu árini, og er útivið 500 ratingstig aftari enn mótstøðumaður hansara í gjár. Talan er tí næstan um eina sensasjón. Men veruleikin er, at Hanus telvaði væl - eins væl, og tá hann í 70unum var í fremstu røð - og vann at síggja til ein sannførandi sigur.

[object Object]
Hanus Joensen tók øll á bóli við flottum sigri á Olaf Berg

Hinir á havnarliðnum gjørdu sína skyldu. Helgi Dam Ziska vísti stórmeistarstyrki á 1. borði og vant úr Kára Petersen - eisini gamal OL-telvari eins og Hanus - og á aftaru borðunum vunnu Luitjen Akselsson Apol og Sjúrður Thorsteinsson á Eivind Jacobsen og Rógva Mørkøre.

Triði dysturin í 1. deild stóð millum B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Havnarmenn vunnu tepran sigur. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á Steintór Rasmussen og Haldur Suna Johansen, Ingolf Gaard vann á Suna Merkistein, og talvið millum Rana Baldursson og Herluf Hansen endaði javnt.

Í tráa andglettinum uttanfyri Skákið á Akursmørk eftir dystin tosaðu teir tríggir elstu sínamillum um, hvørt tað mundi vera tilvild ella ei, at allir, ið taptu, vóru í + 50 aldursflokkinum. Men tá høvdu teir ikki frætt, at 70 ára gamli Hanus Joensen í sínum fyrsta sigri í vetur hevði prógvað, at enn eru knotur í føroyskum kongum.


1. deild (8. umfar)
Sandavágur - Klaksvík 2 - 2
Kollafjørður - Havnin 1 - 3
Klaksvík B - Havnin B. 1½ - 2½


Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 22½
2. Havnin 20½
3. Klaksvík 17½
4. Klaksvík B 13
5. Havnin B 12
6. Kollafjørður 10


Vestmanna uppfluttir

Hóast tvey umfør eru eftir í kappingini, er longu greitt, at Vestmanna Talvfelag hevur vunnið 2. deild og vissað sær sætið í 1. deild komandi kappingarár.

Eftir dystirnar í áttanda umfari, eru vestmenningar heili átta stig undan fremsta kappingarneytanum. Teoretiskt kunnu kollfirðingar fáa vestmenningar aftur, men so skulu vestmenningar einki stig fáa aftrat, og kollfirðingar vinna báðar dystirnar 4-0, sum eftir eru. Øll vita, at tað fer ikki at henda.

Vestmenningar vunnu knúsandi 3½-½ útisigur á næstbesta liðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, John Jacobsen og Alfred Olsen.


2. deild (8. umfar)
Sandavágur - Vestmanna ½-3½
Havnin - Kollafjørður ½-3½
Klaksvík - Runavík 2½-1½

Støðan í 2. deild
1. Vestmanna 25 ½
2. Kollafjørður 17½
3. Klaksvík 16
4. Sandavágur 14½
5. Havnin 13½
6. Runavík 9


Hinar deildirnar

Í 3. deild stendur kappingin millum sundalagsmenn, kollfirðingar og toftamenn. Hesir eru fremst av teimum seks liðunum í A-flokkinum í 3. deild.

Á odda er Rókur, sum hevur heimstað á Oyri, men tað eru hvalvíkingar og hósvíkingar, sum manna A-liðið hjá felagnum. Her finna vit Finnbjørn Zachariassen og Gunnar Joensen, sum í síni tíð umboðaðu felagið Streym í Hvalvík/Streymnesi, sum eitt árið vann FM. Hinir eru Sámal Christiansen og Kim Durhuus, sum telvaðu við Hósvík í síni tíð - Sámal var okkurt árið á besta liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, sum var hansara barndómsfelag.

Hini seks liðini í 3. deild kappast fyri seg í einum B-flokki.

Í unglingadeildini er nú greitt, at Havnar Telvingarfelag hevur vunnið. Havnardreingir vunnu í farnu viku avgerandi toppdystin móti Klaksvíkar Talvfelag. Eitt umfar er eftir, men ruddiligi 4-0 sigurin vissaði liðnum hjá Havnar Telvingarfelag FM-heitið. Teir fýra, sum vunnu í toppdystinum, vóru Elias Petersen, Brestir Samuelsen, Petur Magnussen og Janus Ferjá.

Hetta er fyrsta FM-kappingin í unglingadeildini fyri lið síðani 2012.


Endaspurturin

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Sunnudagin 28. februar, eru dystirnir í níggjunda umfari fyri. Og leygardagin 13. mars verða seinastu leikirnir fluttir.

1. deild - 9. umf. (28. februar)
Klaksvík B - Sandavágur
Havnin - Klaksvík
Havnin B - Kollafjørður

1. deild - 10. umf. (13. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B
Kollafjørður-Klaksvík B

Meira kann lesast um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder