Føroyski súkklarin Torkil Veyhe slapp at sita í heita leiðslustólinum í eina góða løtu, tá tíðarkoyring var á skránni í øðrum teini í stóru donsku súkklukappingini Postnord Danmark Rundt.
Torkil stendur seg ofta væl ítíðarkoyring, og so var eisini. Torkil var millum teir fyrstu, sum fóru avstað, tí hann lá millum teir aftastu eftir fyrsta teinin í gjár.
Les eisini: Torkil arbeiddi fyri liðið rundan um Silkeborg
Sum nummar 112 fór Torkil út sum nummar átta. Og hann legði seg trygd áodda í kappingini við at súkkla teir 17 fløtu kilometrarnar kring Grindsted í tíðini 20 minuttir og 24 sekund.
Og við bestu tíð var hann plaseraður ein serligan stól, har súkklarin við bestu tíð sleppur at sita, til onkur annar er komin á mál í betri tíð, ella til kappingin er av. Her slapp Torkil so at sita í eina góða til hann var sligin við fýra sekundum av Julius Johansen.
Tá samanum kom endaði Torkil á 23 plássi, 49 sekund aftan fyri vinnaran í dag, tíðarkoyringarspecialistin Martin Toft Madsen, sum súkklar fyri liðið BGS-Almeborg Bornholm.
Liðfelagið hjá Torkili á Riwal Readynez, Rasmus Quaade gjørdist nummar tvey og liðskiparin Alexander Kamp nummar 14.
Mads Würtz Schmidt, sum dagliga súkklar á stóra Katusha Alpecin-liðnum, men nú er liðskipari á samansetta landsliðnum liggur nú á fyrsta plássi men í somu tíð sum ungi Niklas Larsen á QoloQuick.
Torkil Veyhe betraði sína støðu eitt vet í dag. Hann liggur nú samlað 108 av 118 súkklarum.
Í morgin verður tann altíð spennandi teinurin, við máli í brøttu brekkuni Kiddesvej í Vejle sum skal súkklast fýra ferðir. Henda brekkan er altíð ein spennandi partur av súkklukappingini Danmark Rundt, og sum oftast verður øll kappingin avgjørd á júst teininum til Vejle, sum jú er tað staðið í Danmark har flestar brekkur eru.
Kappingin í morgin byrjar í Holstebro og er knappar 200 kilometrar. DR1 sendir beinleiðis frá Postnord Danmark Rundt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald