Fótbóltur

Tøtt triðja finala í væntu

Vinnarin av finaluni í kvøld kann gerast FM-vinnari 2. Páskadag.

H71 og Neistin hittust í fyrstu FM-finaluni í Hoyvík fyri 18 døgum síðani
(Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 og Neistin hittust í fyrstu FM-finaluni í Hoyvík fyri 18 døgum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-18 14:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú 15 dagar síðani, at H71 vann greitt í FM-finalu nummar tvey. Tað var tríggjar dagar eftir, at Neistin vann eftir longda leiktíð í fyrstu finaluni í Hoyvík. Harvið stendur tað 1-1 eftir tvær finalur. 


3 FM-finalan í manshondbólti:

19.00  H71 - Neistin 

Hesar dagarnar um páskirnar kann alt verða avgjørt. Um annað liðið megnar at vinna finaluna í dag og fjórðu finaluna 2. páskadag, so stendur liðið sum vinnari av Okkara-deildini.

Eftir at finalan í Høllini á Hálsi varð leikt 3. apríl, var tað landsliðið sum fekk fokus. Við Sonna Larsen sum høvuðsvenjara og Jeppe Borch sum hjálparvenjara taptu Føroyar greitt í Ukraina eina viku seinni, men spældu leygardagin ein frálíkan dyst í Royal Arena har tað gjørdist talan um eitt-máls tap. Nú standa venjararnir yvirfyri hvørjum øðrum í FM-finaluni og skulu royna at fáa taktiska yvirtakið. Nicholas Satchwell og Tróndur Kragesteen hjá Neistanum og Brandur Halgirsson og Peter Krogh hjá H71 vóru allir liðfelagar í seinastu viku.

Hjá H71 hevur tað víst seg, at hava nógv at siga at hava Hilmar Leon Jakobsen á vøllinum. Atletiski bakspælarin gjørdi stóran mun í finaluni fyri 15 døgum síðani, tá verjuparturin hjá hoyvíkingum eisini veruliga hekk saman. Neistin hevur nógvar streingir at spæla uppá, men tað er tó av stórum týdningi at fáa Rasmus Søby settan upp. Tvídysturin millum málverjarnar kemur at hava nógv at siga; Satchwell stóð frálíka væl í Hoyvík, og  Ari Dam svaraði aftur nakrar dagar seinni. Mikkjal Hansen og Hørður Trygvasson kunnu eisini koma inn fyri hvør sítt lið og gera mun.

Tað sæst ofta í m.a. kurvabólti og baseball, har tað eisini eru nógvar finalur og endaspælsdystir, at dystirnir gerast tættari sum frálíður. Í hesum førinum kann eisini roknast við, at munurin millum liðini, ið eru ógvuliga jøvn, ikki verður serliga stórur. Tað verður ein serligur nervi og inntensitetur í, um ikki annað liðið ger sum H71 fyri 15 døgum síðani og bara setur seg á dystin. 

Kringvarpið stroymir dystin á heimasíðu sínari. Jn.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn, og FM 1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder