Fótbóltur

Triðja HM-fjórðingsfinalan á rað

Í 2023 vóru tvey tey elstu ungdómslandsliðini á manssíðuni eisini í topp-átta í endaspølunum. Í morgin fara 04 og 05-árgangirnir eftir at skriva søgu móti Slovenia - við at taka tað eitt stig longur.

Óli Mittún í U19-fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi í 2023. Har gekk galið móti endanum hjá Føroyum - nú kunnu Føroyar renna seg í Egyptaland í hálvfinaluni. Talan var um seinnu HM fjórðingsfinaluna hjá Óla hetta summarið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún í U19-fjórðingsfinaluni móti Egyptalandi í 2023. Har gekk galið móti endanum hjá Føroyum - nú kunnu Føroyar renna seg í Egyptaland í hálvfinaluni. Talan var um seinnu HM fjórðingsfinaluna hjá Óla hetta summarið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-06-25 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Tað endaði við stórum vónbroti í bæði Berlin og Varazdin.

Á sumri 2023 gjørdu føroyskir mansunglingar í hondbólti annars um seg í HM-endaspølunum, har lond sum Spania, Portugal og Brasil (U21), Týskland og Svøríki (U19) vórðu feld á vegnum móti fjórðingsfinalum.

[object Object]

[object Object]
Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún í U21 HM-fjórðingsfinaluni móti Sebia í Berlin. Hetta summarið spældu teir báðir tvær HM-fjórðingsfinalur (Myndir: Sverri Egholm)

Talan var um søgulig hondbóltsavrik. Í morgin verður farið eftir at skriva nýggja søgu móti Slovenia: Við at vinna Føroyum eitt hálvfinalupláss í einum HM-endaspæli.

Bæði liðini droymdu eisini um heiðursmerki í 2023. men ávikavist Serbia og Egyptaland vórðu endastøðin í fjórðingsfinalunum. U21 kom heldur langt afturum, og tað gekk júst ikki at venda tí í Berlin.

Fyri U19 var tað á ein hátt meira hjartaskerandi. Føroyar vóru á odda við trimum málum, tá beint yvir ein og ein hálvur minuttir var eftir. Men ein útvísing, eitt skot á yvrleggjaran og ein skeiv sending í seinastu sekundunum kostaðu. Egyptaland javnaði og vann síðani eftir longda leiktíð.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Nakrir ógvuliga vónbrotnir føroyingar eftir fjórðingsfinalutapið í 2023. Nú hava teir aftur møguleikan so mikið seint í einari heimsmeistarakapping (Myndir: Egin Tollaksson Kass)

Møguleikin er aftur har í annaðkvøld hjá 04- og 05-árgangnum, sum hava havt nøkur frálík avrik seinastu dagarnar í Póllandi og seinastu árini sum heild.

Tað sigur eitt sindur, at man fyri triðja HM-endaspæl á rað á manssíðuni er í topp-átta.

Tað er EM annaðhvørt ár og HM annaðhvørt ár. Fyrstu ferð Føroyar vóru til U21 HM var í 2017. Tá kom liðið til áttandapartsfinaluna og fór út eftir ein rímiliga tættan dyst móti Fraklandi.

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í morgin, hósdagin 26. juni

17:30: Portugal - Egyptaland (Arena Sosnowiec)

17.30: Týskland - Svøríki (Arena Katowice)

20.00: Føroyar - Slovenia (Arena Sosnowiec)

20.00: Danmark - Noreg (Arena Katowice)

Les eisini: Fýra Norðurlond í fjórðingsfinaluni - Spania er úti


Atgongd til dystin í morgin kann keypast her - fyri umleið 60 krónur

--

Um ein ikki vil í gongd við stroyming - ella vil hava okkurt annað samstundis - ber til at fylgja við beinleiðis bloggi her á Portalinum, sum í morgin eisini fer at hava myndir meðan dysturin er í gongd. Eisini ber til at fylgja við á livescore tænastuni ovast á forsíðuni á Portalinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder