Fótbóltur

Triðja royndin at koppa KÍ í Champions League

Molde er av álvara ávarað áðrenn søguliga dystin á Tórsvølli í kvøld, har tað er útvið fullsett. Fyrsta bríksl verður 19.45.

Tað er endað málleyst í fyrra dystinum á heimavølli í undanfarnu umførunum, har KÍ síðani hevur avgjørt tað á útivølli - á heilt ymiskan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er endað málleyst í fyrra dystinum á heimavølli í undanfarnu umførunum, har KÍ síðani hevur avgjørt tað á útivølli - á heilt ymiskan hátt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-08 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð er eitt føroyskt lið komið víðari tvær ferðir í Champions League tvær ferðir sama ár, og harvið er dysturin, sum er á skránni á Tórsvølli í kvøld, heilt serstakur.

Ongantíð áður hevur eitt føroyskt felag verið so nær "lovaða landinum" í fínastu evropeisku kappingini. Til tess at røka hesum skulu nøkur nærum ótrúlig brøgd til afturat hjá liðum hjá Magna Hoseth, men eitt er víst: KÍ skal spæla í einum evropeiskum bólkaspæli í heyst og í vetur.

Tað skal Molde eisini, og í Noreg hevur man sett nøsina upp móti Champions League. Fyrra forðingin á vegnum, sum eftir er, er liðið í Føroyum við nógvum gomlum kenningum, sum hevur tikið alt fótbóltsevropa á bóli.

Sí eisini: Spæla fyri aðru ferð móti Molde

Í Molde er man fyrireikaður uppá KÍ. Hetta vísti KÍ-venjarin eisini á í gjár. Hann skoraði, síðst KÍ og Molde hittust. Tá endaði tað 6-0 samanlagt. Hoseth og Daniel Berg Hestad, umframt Vegard Forren, kenna ógvuliga væl felagið og norskan fótbólt. Spurningurin er, um hetta verður stórur fyrimunur hjá KÍ í uppgerðini.

Sí eisini: 
Vegard Forren: - At varpa Molde út hevði verið ein av størstu upplivingunum
Magne Hoseth: - Vit eru ikki lidnir í Champions League enn

[object Object]
Magne Hoseth og hansara menn ætla sær avgjørt ikki "niður" í aðra evropesika kapping (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Vegard Forren hevur spælt eina rúgvu av dystum fyri Molde, eins og tveir av vernjarum sínum (Mynd: Sverri Egholm) 

Molde verður mett at ein rímiligur favorittur í kvøld. Móti Ferencvárosi og BK Häcken byrjaði KÍ eisini á heimavølli, har tað í báðum førum endaði við málleysum javnleiki. So er spurningurin, hvussu gott útgantsstøði skal til hesaferð fyri at gera tað til ein áhugaverdan dyst í Noreg. Molde tapti 1-0 í Helsinki í fyrra dystinum í 2. umfari men vendi tí við 2-0 sigri á Aker leikvøllinum.

Molde er norskur meistari, og í hesum kappingarárinum er liðið á 4. plássið. Eftir eina heldur veika byrjan hevur Molde bert tapt ein útav teimum seinastu níggju. Nú kemur norska liðið til ein Tórsvøll, har í øllum umleið 4.500 fólk vera, sambært atgongumerkjasøluni. Bláa Bylgjan fer at gera nógv burturúr, og nógv stendur uppá spæl.

Dysturin byrjar klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder