Hesir ellivu byrja inni móti Moldova
Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen
Ivamál hevur verið um Sonna Ragnar Nattestad, Jóan Símun Edmundsson og Brand Hendriksson Olsen. Síðstnevndi fekk ein stoyt í knæðið í samband við venjing í gjár, men hann byrjar inni í kvøld, og miðvallarin kann gerast ein ógvuliga týðandi leikari í dystinum, har Føroyar fer at hava bóltin nógv meira enn leygarkvøldið.
Les eisini: Ivamál er um fleri leikarar
Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun eru millum teir, ið byrja á bonkinum, sum annars sær soleiðis:
Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Heri Hjalt Mohr, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Lava Olsen, Hørður Askham, Jóan Símun Edmundsson, Tróndur Jensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Petur Knudsen og John Frederiksen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald