Aftur í dag er spenningur í evropeiskum fótbólti. KÍ skelkaði norsku meistararnar í seinna dystinum millum liðini í Champions League í gjárkvøldið, og hepnaðist betur, vann KÍ sær víðari luttøku.
Les eisini: Flottur KÍ-sigur - men ov lítil
Í dag eru tað hini trý liðini sum skulu royna at vinna sær víðari luttøku í Europa Conference League.
Víkingur leggur fyri í Gibraltar klokkan 16 føroyska tíð. Europa FC tekur ímóti, og tað er felagsliðið úr Gøtu og Leirvík sum liggur betri í svinginum við einum eittmálssigri í skjáttuni.
Sí eisini: Myndir: Tepur víkingasigur á Tórsvølli
Klokkan 18 tekur B36 ímóti FK Borac Banja Luka úr Bosnia/Herzegovina. Fyrri dysturin endaði 2-0 til gestirnar, og B36 skal tí reisa seg um vónirnar skulu vera fyri víðari luttøku. Tað treyt ikki við møguleikum hjá B36 í fyrra dystinum, men bólturin vildi ikki inn.
HB er farið vegin til Onglands at spæla seinna dystin móti Newtown AFC úr Wales. Dysturin verður leiktur í býnum Oswestry sum liggur við markið millum England og Wales.
Teir reyðu og svørtu høvdu at kalla alt spælið í fyrra dystinum móti walisum, men vóru ov lítið effektivir. Úrslitið gjørdist 1-0 til HB. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18:15.
Sí eisini: Myndir: HB - Newtown í Gundadali
Televarpið stroymir allar dystirnar, og atgongd kann keypast fyri 100 krónur fyri hvønn dyst.
Europa FC - Víkingur 16:00
(Frá fyrra dystinum: 0-1)
B36 - FK Borac Banja Luka 18:00
(Frá fyrra dystinum: 0-2)
Newtown AFC - HB 18:15
(Frá fyrra dystinum 0-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald