Fótbóltur

Tummas Lervig: Vóna at fáa umleið 2.500 áskoðarar á Tórsvøll

Fyrr í kvøld vóru líka undir 1.500 atgongumerki farin til dystin hjá KÍ týsdagin. - Tað er eitt stórt apparat, sum skal í gongd, tá vit skulu til Havnar, og Evropa fyllir nógv hjá nevnd og hjálparfólki, sigur KÍ-formaðurin við Portalin.

- Hetta fyllur nógv hjá okkum og hjá teimum røsku hjálparfólkunum. Hjá mær, einum hálvgomlum sum ikki hevur lítil børn, er tað ikki so galið, men man er nógv upptikin, sigur Tummas Lervig. Her sæst ein fegin formaður eftir 1-0 sigurin í 2. umfari hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta fyllur nógv hjá okkum og hjá teimum røsku hjálparfólkunum. Hjá mær, einum hálvgomlum sum ikki hevur lítil børn, er tað ikki so galið, men man er nógv upptikin, sigur Tummas Lervig. Her sæst ein fegin formaður eftir 1-0 sigurin í 2. umfari hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-04 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit royna at vera á alla tíðina og taka eina uppgávu at gangin. Vit hava roynt tað ofta nú, og hava eitt fast “countdown” og fastar mannagongdir.

Hetta sigur KÍ-formaðurin Tummas Lervig, sum aftur í summar hevur nógv at takast við.

- Hetta fyllur nógv hjá okkum og hjá teimum røsku hjálparfólkunum. Hjá mær, einum hálvgomlum sum ikki hevur lítil børn, er tað ikki so galið, men man er nógv upptikin.

Sí myndir úr Klaksvík í kvøld

Vit tosaðu við Tummas til seinastu venjingina hjá KÍ undan fyrra dystinum í 3.umfari í Conference League. Venjingin var í Klaksvík, men KÍ tekur ímóti Neman Grondo á Tórsvølli. Hetta tí hann er einasti leikvøllur í Føroyum, sum lýkur krøvini til 3. umfar og úteftir.

- Vit hava roynt tað fleiri ferðir fyrr, men tað er eitt stórt apparat, sum skal í gongd, tá vit skulu til Havnar at hava hesar dystirnar. Millum annað í mun til hjálparfólk.

Áðrenn hann bjóðaði kaffi og annað gott til øll í Bláa Skýlinum, avdúkaði Tummas Lervig fyri Portalinum, at KÍ nakað áðrenn klokkan 18 í kvøld hevði selt eini 1.200 -1.300 atgongumerki til dystin. Málið til í morgin er umleið 2.500.

Herav eru millum annað atgongmerki, sum tey tætt at spælarunum kunnu keypa, umframt stuðlar.

UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.

Sí eisini: Hallur: Deildarspælið er stóra gularótin (Video)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder