Á Ársins Leikara-tiltakinum, sum FM1 og Portalurin skipaðu fyri leygardagin, var tað millum annað serstakt, at bæði besti spælarin hjá kvinnum og besti ungi spælarin fyri 2025 eru uppvaksnar í Skála Ítróttarfelag.
Sólja Ernstdóttir og Sara Benjaminsen búgva á Strondum og hava slitið teir flestu av sínum barnagaggum sum Skála-spælarar.
Sólja hevur tvey tey seinastu árini spælt fyri KÍ og ment seg víðari har. Millum annað hevur hon eisini spælt sínar fyrstu A-landsadystir.
Í FM-árinum skoraði vandamikli áleyparin 21 mál, og fekk bert 19-ára gamla strandakvinnan størsta persónliga heiðurin á kvinnusíðuni til tiltakið.
Sí eisini: FM fyri fyrstu ferð - orð kunnu ikki lýsa hetta
![]()
Sólja Ernstdóttir hevur verið við at vísa vegin fyri KÍ aftur til FM (Mynd: Sverri Egholm)
Sara Benjaminsen hevur av álvara gjørt bart í ár. Bert 16-ára gamli álopskendi spælarin hevur verið tann mest eyðsýnda á besta liðnum hjá Skála, og tilsamans er er hon skrásett fyri 107 mál í øllum dystum hon hevur leikt, hetta íroknað U17 landsliðið.
Sara spældi í U17 EM-endaspælinum fyri Føroyar, har millum annað onkrar fintur hjá henni vaktu ans. Talið av málum tosar eisini fyri seg.
![]()
Sara Benjaminsen, sitandi uttast til høgru í mittasta raði, var við landsliðnum til U17 EM-undankapping, tá heiðurin sum ársins ungi spælari varð kunngjørdur (Mynd: Jens Kr. Vang)
Sara sum dagsins spælari til steypafinalu í 2024 - aftur í ár gjørdi hon bart, tá Skála vann á FC Hoyvík og varð greipuvinnari hjá U16 (Mynd: FSF)
Bæði Sara Benjaminsen og Sólja Ernsdóttir hava átt avgerandi leiklut í meistaraheitum og steypagulli á ungdómssíðuni hjá teimum í appelsinlittum.
Í ár vann Sara U16-greipuna við Skála, millum annað við flottum avriki í steypafinaluni, og í 2020 skoraði Sólja avgerandi og framúrskarandi finalumálið, ið sæst niðanfyri, í U15-gentum.
Sí eisini: Video: Málið fær Messi og Ronaldo at skriða sær í nakkanum
Talan er um tvær ungar, sum kunnu nøkur serlig ting, og verður nærum heilt víst nógv at síggja til Saru Benjaminsen og Sólju Ernstdóttir á A-landsliðsstigi framfyri - og møguliga eisini í feløgum uttanfyri landoddarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald