2022-07-20 10:39
Um vikuskiftið verða tveir dystir á skránni millum U18-manslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi.
Talan er um fyrireikingardystir til komandi U18 EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í døgunum 4.-14. august. Har skulu Føroyar í fyrstu atløgu møta Svøríki, Spania og Frakland í bólkaspælinum.
Dystirnir millum Føroyar og Ísland verða leygardagin og sunnudagin klokkan 15 í Hoyvíkshøllini. Hondbóltssambandið skrivar, at tað er ókeypis at vitja Hoyvíkshøllina til dystirnar, sum eisini kunnu stroymast á live.hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald