Fótbóltur

Tvey feløg mangla framvegis at seta venjara

NSÍ og TB/FCS/Royn skulu hava nýggjan venjara. Seks venjarar halda fram í sama felagið.

Sámal Erik Hentze skal aftur standa á odda fyri Víkingi komandi ár. Spurningurin er, hvør kemur at avloysa hann í NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sámal Erik Hentze skal aftur standa á odda fyri Víkingi komandi ár. Spurningurin er, hvør kemur at avloysa hann í NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-01 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingarnar vóru av seinasta vikukskifti. Tá gjørdist greitt, at bert eitt lið flutti niður úr Betri-deildini, og tað varð 07 Vestur.

Nú vit skriva 1. november, eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár fult í gongd. Í gjár varð millum annað kunngjørt, at HB hevur longt við danska verjuleikaran, Lassa T. Andersen, og B36 hevur skrivað undir við Brian Jacobsen, ið kemur av Skála. Í dag varð tað so endaliga staðfest, at Árni Frederiksberg spælir í B36 komandi ár. 

Les meira: Lasse og HB leingja
                 Toppskjúttin á Skála til Havnar 
                 Árni Frederiksberg skrivað undir við B36 

Á venjarasíðuni er ikki alt avgreitt enn. í HB, B36, KÍ, á Skála og á Argjum heldur høvuðsvenjarin fram. Hjá uppflytta ÍF verður Hegga Samuelsen verandi í sessinum. Tað vil siga, at fýra feløg í Betri-deildini hava nýggjan venjara komandi ár.

Víkingur og EB/Streymur hava longu sett venjara. Meistaravenjarin frá 2016 og 2017, Sámal Erik Hentze, kemur aftur til Norðagøtu eftir eitt ár í Runavík. Jákup Martin Joensen skal standa á odda fyri EB/Streymi; tað er fyrstu ferð, at hann er høvuðsvenjari í bestu deildini.

Les eisini: Bagge aftur í Vìkingi
                 Jákup Martin Joensen nýggjur høvuðsvenjari hjá EB/Streymi

NSÍ, ið endaði á 2.plássi, skal finna ein avloysara fyri Bagga. Fyrrverandi venjararnir hjá TB/FCS/Royn hava verið nevndir í samband við starvið; Maurice Ross og Glenn Ståhl. Júst Suðringar eru eisini uttan venjara.

Tað er framvegis ikki endaliga avgjørt, um felagsliðið heldur fram í Suðuroynni; roynartíðin uppá tvey ár er farin. Men tað tykist nú meira greitt enn nakrantíð, at samstarvið heldur fram

TB vil halda fram vid samstarvinum

Her er eitt yvirlit yvir venjarar í Betri-deildini hjá monnum fyri 2019. Í klombrum stendur talið av árum í felagnum, sum venjarin fer í gongd við: 

HB: Hemir Guðjónsson (2)
NSÍ: Ikki settur
B36: Jákup á Borg (3)
KÍ: Mikkjal Thomassen (5) 
Víkingur: Sámal Erik Hentze (1 - var tó í felagnum í 2016 og 2017)
Skála: Eyðun Klakstein (2)
TB/FCS/Royn: Ikki settur
EB/Streymur: Jákup Martin Joensen (1)
AB: Sorin Anghel (2)
ÍF: Hegga Samuelsen (2)

Niðurflytarnir 07 Vestur hava ikki sett nakran venjara enn, og B68, ið var nær við at flyta upp, skal eisini finna nýggjan venjara. Hetta er greitt, eftir at Bill Mc Leod Jacobsen í gjárkvøldið kunngjørdi, at hann ikki heldur fram á Toftum.

Les m:

Bill McLeod heldur ikki fram hjá B68

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder