
Í dag bleiv fjórði av fimm teinum í Leif Mohr Kring Føroyar súkklaður.
Í gjár bleiv kappast á Sandoynni. Tað var Landavegsúkkling, ella felagsstartur. Í dag skuldu súkklarar koyra á Streymoynni, ein Einkultstartur úr Havn, gjøgnum Kaldsbakstunnilin, og síðan niðan á Sornfelli.
Startur var við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn.
Veðurforsøgnirnar vóru alt annað enn jaligar, tá fyriskipararnir í gjárkvøldið fundaðust um dagsins tein. Tað bleiv tosað um at avlýsa kappingina, og tað bleiv tosað um at flyta kappingina til í komandi viku. Veðrið var ikki eins gott sum tað var í gjár, tá Sandoy var karmur um 3. tein av Leif Mohr Kring Føroyar. Men tað var fínt súkkluveður.
Yr.no lovaði upp í 3 mm regn. Jú, onkur fekk nakrar dropar á seg, men ikki var tað nógv.
Tað var nakað av mjørka tá seinastu kilometrarnir niðan á Sornfelli skuldu traðkast. Tey sum hava súkkla henda spennandi, og harða tein, vita nøkunlunda hvar grøna portrið er. Í dag var so nógvur mjørki, at tú næstan misti orienteringina.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Niklas vann harða Einkultstartin
Í dag var tað aftur ein sera vælkoyrandi Niklas Hallgren Niclassen, ið vann kappingina. Hann sigraði í gjár, og aftur í dag. Meðan tað í gjár var torført at taka dagar ímillum hvør gjørdsti fyrstur og hvør gjørdist næstur, so var sigurin hjá Niklas í dag sannførandi. Ella, tá allir vóru komnir á mál, og allar tíðir vóru noteraðar, so gjørdist úrslitið at Niklas vann á Helga við 34 sekundum. Meðan Niklas brúkti 1 tíma og 46 sekund um teir 28 kilometrarnar, so brúkti Helgi 1 tíma og 1 minutt og 21 sekund um drúgva teinin.
Pauli Poulsen gjørdist nummar trý, og kom hann á mál smáar tríggjar minuttir eftir Niklas.
Tað er langt frá allir súkklarar, ið dáma at súkkla Einkultstart. Teinurin í dag var góðar 28 kilometrar. 28 kilometrar við nógvum hæddarmetrum. Og hetta eftir eina harða kapping ígjár. Tað følist. Og so skal leggjast aftrat, at kappingin í dag, var fjórða kapping á rað.
Við flotta sigrinum í dag vísti Niklas, at miðvísa venjingin seinastu árini hevur ment hann rættiliga nógv sum súkklara. Meðan ein súkklari fær eitt sindur av hjálp við at liggja í einum felti, sum tildømis ígjár, tá súkklað var á Sandi, so skal súkklarin, tá súkklað verður Einkultstart, gera alt arbeiðið sjálvur. Maður móti manni, ella súkklarin móti klokkuni. Ella kvinna móti kvinnu.
Aftur í dag var Súsanna Skylv væl koyrandi. Hon var meira enn væl koyrandi. Flúgvandi, vildi onkur sagt. So væl koyrandi var hon, at hon, bæði á slætta teininum millum Sandvíkahjalla og Kaldbakstunnilin, setti nærum allar kallarnar skák. Somuleiðis tá tað gekk niðaneftir. Av øllum 30 luttakarunum sum bjóðaðu sær sjálvum og øllum hinum av, so gjørdist Súsanna nummar fimm.
Eisini ungi og evnaríki Jónatan Gregersen fekk somuleiðis eitt flott úrslit. Bert 12 ára gamal er hann, og longu nú koyrur hann ein relativt langan Einkultstart. Ikki bara ein Einkultstart, men ein harðan Einkultstart. Hann koyrdi sama tein sum øll hini, og av øllum luttakarunum endaði hann á einum flottum 17. plássi.
Grand finale – Býarsúkkling í Høvuðsstaðnum
Í morgin verður kappast inni í Havnini, tá fimta og seinasta etapan av Leif Mohr Kring Føroyar verður koyrd.
Súkklað verður ein teinur á smáar fýra kilometrar, og kann kappingin kanska samanberast við tí einu av trimum kappinginunum, sum føroysku súkklararnir altíð skulu, og altíð hava, kappast í á Oyggjaleikum, og sum fyrrverandi landsliðssúkklarin Bogi Krinstiansen, var ein meistari í.
Kappingin kallast Criterium, ella Býarsúkkling, sum vit í Føroyum hava navngivið hetta slag av súkklukapping.
Kappingin í morgin verður nakað drýgvari enn á Oyggjaleikum, tí heili 13 ferð, ella umleið 52 kilometrar, skulu súkklararnir súkkla, áðrenn vinnarin verður funnin. Hetta fer at taka smáar tveir tímar, meðan súkklarar á Oyggjaleikum koyra t.d. 1 tíma, og síðan tvey ”finalu umfør”.
Kappingin verður ”útvarpað”, ella tað verður fyrrverandi útvarpsverturin, Jákup Sørensen, sum fer at siga frá gongdini í kappingini, og soleiðis at lýsa hvør súkklari liggur fremstur, og hvør súkklari møguliga er ”lappaður”, ella yvirhálaður. Tað ber tí væl til at síggja, og fylgja við.
Eftirsum Tórshavn Marathon eisini verður í morgin, so byrjar kappingin klokkan 9, og skulu allir súkklarar møta klokkan 8 við høvuðsbygningin hjá Leif Mohr.
Kappast verður á teininum Hoyvíksvegur, Eystari Ringvegur, Yviri við Strond, Jónas Broncksgøta, og so aftur á Hoyvíksvegin. Málið er við innkoyringina til parkeringøkið hjá Leif Mohr.
Grøn føraratroyggja
Í samlaðu støðuni liggur Helgi á odda, og hann koyrur tí í einari grønari føraratroyggju. Hjá kvinnum koyrur Súsanna Skylv somuleiðis í einari grønari føraratroyggju.
Gjøgnumførur Súsanna í morgin, so er troyggjan hennara. Hjá monnum er ”spenningur í luftini”. Tað er eru bert 22 sekund millum teir fremstu. Samanlagt hevur Helgi brúkt 6 tímar 5 minuttir og 47 sekund um teir fýra teinarnar, og Niklas 6 tímar 6 minuttir og 10 sekund. Pauli Poulsen liggur samanlagt nummar trý.
Pauli fekk tekniskt brek á Sandoynni, og misti tá nakað av tíð. Onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, verður mangan tikið til. Og so er. Tað eru smáir 6 minuttir millum Helga og Paula. Pauli er sterkur, og fara Helgi og Niklas bara at halda eyga við hvørjum ørðum, so er ikki vist at ein av teimum gerst vinnari í morgin. Spennandi verður.
Úrslit frá 4. teini av Leif Mohr Kring Føroyar 2025 kunnu síggjast her
Eftir 4. umfør er samlaða støðan hendan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald