Fótbóltur

U15-dreingirnir: Góð avrik í mennandi kapping

Í síðstu viku luttók U15-landsliðið í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg. Í fýra dagar spældi liðið fimm dystir og skoraði í øllum. – Tekniski førleikin undir trýsti og renniorkan – ella leikferðin – hjá hinum var betri. Men viljin, dirvið og arbeiðssemið hjá okkara spælarum var heilt framúr, sigur landsliðsvenjarin.

2022-05-31 15:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Tað er altíð keiligt at tapa – tað vita vit øll. Men tað er hugaligt at vit allíkavæl kunnu taka okkurt positivt við okkum, tí hugburðurin hjá okkara spælarum var framúr, og innsatsin kunnu vit eisini vera sera væl nøgdir við.

Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í síð viku tók lut í árligu EfB spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.

Spælt var ímóti trimum donskum, einum norskum og einum svenskum liði. Samlaða úrtøkan gjørdist fýra tap og ein sigur.

– Í fyrsta dystinum haldi eg at okkara vóru nervøsir, og tíverri vóru nógv persónlig mistøk. Men teir fótaðu sær sum fráleið, og yvir alla kappingina høvdu vit flest málkjansir. Hetta gevur okkum nakað ávíst at arbeiða víðari við.

– Tekniski førleikin undir trýsti og renniorkan – ella leikferðin – hjá hinum var betri. Men viljin, dirvið og arbeiðssemið hjá okkara spælarum var heilt framúr. Tó blívur orkan, sum vit brúka í ymiskum spælistøðum, ov belastandi, til at vit kunnu avrika javnt yvir ein heilan dyst, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hjá leikarunum var talan um fyrstu veruligu landsliðsuppgávurnar.

Næsta uppgáva hjá U15-landsliðnum verður um miðan august, tá tveir venjingardystir á heimavølli móti Íslandi eru á skránni.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder