Hondbóltur

U17: Niðurlond bíða í hálvfinaluni

Niðurlond vunnu allar sínar dystir í bólkaspælinum stórt, og talan er á pappírinum um sterkasta liðið í kappingini. Um Føroyar spæla seg í finaluna, so er møguleiki fyri at koma til næsta EM-endaspæl. Dysturin byrjar 11.30 og kann síggjast á ehftv.com.

Stór og spennandi uppgáva fyri framman hjá U17-landsliðnum í Georgia í dag (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Stór og spennandi uppgáva fyri framman hjá U17-landsliðnum í Georgia í dag (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-08-13 08:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm stig í trimum dystum í bólkaspælinum: Føroysku U17-kvinnurnar vóru ósigraðar í bólki B í EHF Championship, sum í løtuni er í gongd í Georgia. Føroyar løgdu út við flottum javnleiki móti Serbia, vunnu síðani við tveimum málum í lykladystinum móti Italia, og í gjár gjørdist talan um stórsigur móti Estlandi

Harvið skal liðið hjá Simon Olsen og Magna Thomsen spæla hálvfinalu í dag, og mótstøðuliðið har hevur higartil bert vunnið stórsigrar í kappingini. Málúrttøkan er beint yvir + 100, og Niðurlond skoraðu beint yvir 50 mál ímóti bæði Georgia og Luksemborg. Føroyar eru væl sterkari hesi liðini, men tað verður helst talan um ein stóran bita at gloypa í Tblisi í dag.

Føroyska liðið hevur tó longu víst styrki á ymsan hátt, og í síðsta mánaða vunnu U19-kvinnurnar greitt á júst Niðurlondum í líknandi kapping. Um tað eydnast Føroyum at vinna í dag, so er lønin ikki bert eitt finalupláss, men eisini ein møguleiki at spæla seg til næsta EM-endaspæl.

Um hugt verður eftir toppskjúttalistanum fyri kappingina, so sæst Maria Pálsdóttir Nólsoy ovast við 18 málum. Bakspælarin úr Neistanum var so at siga ikki á vøllinum í 2. hálvleiki í gjár, eftir at hon hevði smekkað nakrar bóltar í netið í fyrra hálvleiki. Hon varð spard, og Maria er ein lyklaleikari fyri føroyska liðið. Lukka Arge hevur verið stinn í miðverjuni saman við Sáru Sigrunardóttir Mikkelsen og hevur eisini verið dyggur málskjútti - serliga við tryggum brotskøstum. Lukka spælir til dagliga við Frederiksberg IF og hevur skorað 17 mál í kappingini. Í gjár varð talan um níggju, og harvið gjørdist hon toppskjútti í dystinum og eisini dagsins leikari. Silja Arngrímsdóttir Müller, ið vanliga umboðar íslendska Haukar, hevur higartil staðið væl í føroyska málinum, og var hon serliga stinn móti Serbia. Tað snýr seg tó fyrst og fremst um eitt sterkt liðavrik, um tað skal eydnast at vinna í dag.

Fyrsta bríksl i Tblisi verður klokkan 11.30 - 14.30 lokala tíð. Dysturin kann síggjast á ehftv.com, har tað er lætt og skjótt - og ókeypis - at stovna sær ein brúkara.

WOMEN’S 17 EHF CHAMPIONSHIP 2021
Hálvfinala - 13.08, Tbilisi

(11.30) Føroyar - Niðurlond


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder