Mikudagin var lutakast um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum báðar vera í november mánað komandi ár.
Les eisini: Dreingirnir til Portugal og Kroatia
Í gjár vórðu mótstøðuliðini hjá føroysku U17 og U19 landsliðunum við gentum í EM undankappingunum, sum verða leiktar fyrsta partin í komandi ári, funnin.
Tað gjørdist greitt, at U17 landsliðið við gentum skal spæla EM undankapping móti Norðurírlandi, Ísrael og Luksemburg, og at kappingin verður spæld í Ísrael í døgunum 10. – 16. mars 2022.
U17-landsliðið stóð seg væl í kappingunum í 2021. Nú er eldri árgangurin farin upp á U19, sum eisini kom í undankappingarbólk saman við Norðurírlandi. Harumframt eru Malta og Aserbadjan í sama bólki - ið bæði á ymsan hátt kunnu sammetast við Føroyar.
U19 genturnar spæla sínar dystir í døgunum 6. – 12. apríl 2022, og vertirnir fyri kappingini verða funnir við lutakasti í næstu viku, skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald