Føroyar eru í summar umboðaðar í tveimum HM-endaspølum. Tað fyrra er hjá U21-árganginum í Týsklandi síðst í juni. Har er føroyska liðið, ið millum annað hevur Paula Jacobsen, Paula Mittún, Svein Olafsson, Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu í hópinum.
Tað liðið skal spæla móti Spania, Japan og Angola í bólkaspælinum - í morgin verður greitt hvørji lond U19-menninir skulu dystast í móti í Kroatia í august.
Liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen stóð seg væl í U18-endaspælinum í Montenegro fjør, har Føroyar endaðu á 9. plássi og millum annað vunnu á Fraklandi.
Harvið vunnu ungu menninir sær pláss í HM fyri U19-landslið, og lutakastið til bólkabýtið verður í morgin, fríggjadagin 3. mars klokkan 11.00. Hetta kunnar Hondbóltssamband Føroya um.
Liðini eru styrkismett í fýra bólkum. Átta bólkar á fýra lið vera, og Føroyar eru orsakað av góða úrsltinum í fjør styrkismettar lutfalsliga høgt. Góður møguleiki burdi á pappírinum verið at komið víðari.
Pottur 1: Egyptaland, Spania, Svøríki, Týskland, Ungarn, Danmark, Noreg, Portugal
Pottur 2: Suðurkorea, Kroatia, Føroyar, Ísland, Slovenia, Montenegro, Argentina, Eysturríki
Pottur 3: Ruanda, Iran, Saudi Arabia, Norðurmakedonia, Japan, Brasil, Kili, Marokko
Pottur 4: Meksiko, Burundi, Algeria, Kekkia, Bahrain, USA, Ný Sæland, Vinnarin av IHF Trophy
HM-endaspælið verður leikt í tíðarskeiðnum 2. – 13. august í Kroatia. Vertsbýirnir Koprovinica, Varazdin, Rijeka og Opatia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald