Hondbóltur

U19: Høvdu tað trupult í regninum í Kroatia

- Samanumtikið spældu vit tríggjar góðar hálvleikir og tríggjar minni góðar. Harafturat høvdu vit tað trupult á regnvátu vøllunum, og mugu eisini ásanna, at okkara botnstøði var alt ov lágt. Tað sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum ið tapti allar dystirnar í EM-undankappingini, við fsf.fo.

Føroyska liðið tapti allar dystirnar í Kroatia (Mynd: Jógvan Páll Joensen/ FSF)

Føroyska liðið tapti allar dystirnar í Kroatia (Mynd: Jógvan Páll Joensen/ FSF)

2022-11-23 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið hjá dreingjum hevur seinastu vikuna luttikið í EM-undankappingarbólki, ið hevur verið í Kroatia.

- Samanumtikið spældu vit tríggjar góðar hálvleikir, og tríggjar minni góðar. Harafturat høvdu vit tað trupult á regnvátu vøllunum, og mugu eisini ásanna, at okkara botnstøði var alt ov lágt.

Soleiðis tekur Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, samanum í viðmerking til  

Føroyar løgdu fyri við at tapa 6-0 fyri vertunum, og síðan fór Ísrael avstað við einum 2-0 sigri, eftir at føroyska liðið stutt fyri steðgin fekk mann riknan av vølli.

– Móti Ísrael skuldu vit fingið minst eitt stig. Gamaní vinna teir við tveimum, men vit vóru noyddir at spæla allan seinna hálvleik við 10 monnum, og tað gjørdi tað sjálvandi trupult. Sum heild vóru vit væl við, og tað var ikki fyrr enn langt inn í yvirtíðina, at teir avgjørdu dystin. Spell, tí okkara stríddust heilt ómetaliga væl, sigur Sigfríður Clementsen við heimasiðuna hjá FSF.

[object Object]
Heini Fossdalsá Sørensen skoraði einasta málið hjá Føroyum í kappingini. Tað var, tá FC Midtjylland-leikarin skoraði til 1-0 móti Finnlandi (Mynd: Jógvan Páll Joensen/FSF)

Í seinasta dystinum, sum var móti Finnlandi, fekk føroyska liðið eina dreymabyrjan. Spældir vóru ikki meir enn tveir minuttir, so hevði Heini Sørensen lagt Føroyar á odda. Men gleðin var stokkut. Bara tveir minuttir seinni var javnleikur, og tá liðini fóru til hálvleik stóð 5-1 til Finnlandi á máltalvuni, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist annars sera spennandi. Kroatia, Ísrael og Finnland fingu øll 6 stig í part. Men av tí at kroatar og ísraelar høvdu frægari málmun enn finnar, tryggjaðu tey sær víðari luttóku til millumumfarið, sum verður í vár.

Tó er ikki óhugsandi, at Finnland, sum ein av bestu 3’arunum, eisini fer víðari til millumumfarið. Sjálvt EM-endaspælið fyri U19-landslið við dreingjum verður á Malta frá 3. til 16. juli 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder