Í gjár var lutakast um, hvussu spælast skal í EM undankappinginum hjá U17 og U19 landsliðunum við gentum/kvinnum.
Hesar kappingarnar verða nú skipaðar í eina A-deild og eina B-deild, soleiðis at liðini verða bólkaði saman við londum úr sama styrkislagi. Hetta skrivar FSF í skrivi á heimasíðu sínari, og hetta burdi gjørt, at talan verður um tættar dystir í november.
U17 landsliðið kom í bólk B3 saman við Kroatia og Bulgaria. Kappingin verður spæld í Bulgaria í døgunum 12.-15. november, og føroyska liðið spælir fyrst móti Kroatia og tríggjar dagar seinni móti vertunum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/06/01/890x590/16540424389jgww0le6k.jpg)
U19 landsliðið kom eisini í ein bólk við navninum B3. Hetta var saman við Litava, Liktinstein og Íslandi. Kappingin verður spæld í Litava, og spælt verður í 8. - 14. november.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/06/01/890x590/1654042460azetithm9c.jpg)
Myndir: UEFA/FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald