Í dag ferðast U19-kvinnurnar til Klaipeda í Litava, har tær komandi vikuna skulu kappast í EHF Championship kapping.
Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria, og fyrsti innleiðandi dysturin verður í morgin, mánadagin.
Í morgin spæla Føroyar móti Bulgaria, týsdagin spæla Føroyar ímóti Turkalandi, og hósdagin verður spælt ímóti Spania. Allir dystirnir eru klokkan 12.15.
Leygardagin eru krossdystir og sunnudagin plaseringsdystir. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal upprætta sær ein brúkara, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Tær, ið manna U19-landsliðið, eru:
Málverjar
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil
Vinstri vengur
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin
Høgri vengur
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Strikur
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Kyndil
Bakspælarar
Hanna Jakobdóttir Dalsgarð, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Sára Lagos, VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald