placeholder
Fótbóltur

U21: Heini og Áki við frá byrjan í Armenia

Teir eru báðir bert 17 ára gamlir - Sjúrður Pauli Nielsen, Dann Fróðason og Andrass Johansen eru eisini nýggir í byrjanaruppstillingini. Dysturin byrjar um ein hálvan tíma, og til ber at stroyma hann á Youtube.

Hesir ellivu byrjaði inni í dystinum móti Armenia í juni, har Føroyar vunnu 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Hesir ellivu byrjaði inni í dystinum móti Armenia í juni, har Føroyar vunnu 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-02 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari hava sett liðið í Yerevan, har føroyska U21-landsliðið um eina løtu skal í eldin.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at vónirnar eru góðar eftir 2-0 sigurin í heimadystinum í juni, men tað er kortini eingin í føroyska hópinum, ið ivast í, at uppgávan aftur hesaferð er stór, og tað skal stríðast fyri stigunum, sum farið verður eftir.

Avdúkað verður, at liðið hjá Føroyum í dag sær soleiðis út:

Í mál verður Bárður á Reynatrøð. Útileikarar eru Símun Sólheim, Sjúrður Pauli Nielsen, Dann Fróðason, Pætur Turiðarson Skipanes, Stefan Radosavljevic (liðskipari), Heini Fossdalsá Sørensen, Áki Debes Samuelsen, Børge Petersen, Noah Hans Mneney og Andrass Johansen.

[object Object]
Áki Debes Samuelsen gjørdist í summar yngsti U21-leikarin hjá Føroyum nakrantíð (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið eru fimm nýggir leikarar í uppstillingini í mun til dystin á Svangaskarði. Millum annað eru Heini Fossdalsá Sørensen, Áki Debes Samuelsen, ið fyltu 17 ár fyrr í ár, og sum báðir hava umboðað HB og FC Midtjylland. Fyrrnevndi er framvegis á akademiinum mitt í Jútlandi - hin spælir við besta liðnum hjá barndómsfelagnum og fekk sín fyrsta U21-landsdyst í juni. Andrass Johansen hevur gjørt vart við seg í B36 seinastu dystirnar; hann var skaddur, tá Føroyar og Armenia síðst spældu. Sjúrður Pauli Nielsen og Dann Fróðason koma inn í verjuna, og sambært uefa.com stillar Føroyar upp í einari 4-4-2 - tó er væl møguligt, at tað er nakað øðrvísi sett upp:

Bárður á Reynatrøð - Noah Mneney, Dann Fróðason, Sjúrður Pauli Nielsen, Børge Petersen - Símun Sólheim, Heini Fossdalsá Sørensen, Stefan Radosavljevic (L), Pætur Turiðarson Skipanes - Andrass Johansen, Áki Debes Samuelsen.

Hesir eru eykaspælarar: Rasmus Nilsson, Bjarti Vitalis Mørk, Áki Johannesen, Alias El Moustage, Bárður Ólavsson Jensen, Steffan Løkin, Ingi Jonhardsson, Hanus Sørensen, Gullbrandur Øregaard og Ási Dam.

Í mun til dystin í juni mangla skaðaplágaðu Magnus Holm Jacobsen, Samuel Johansen Chukwudi, Lukas Giessing og tvímálsskjúttin Jonn Johannessen. Andrias Edmundsson er framvegis úti við skaða.

Fyrsta bríksl verður 15.30, og til ber at síggja dystin á youtube-síðuni hjá armenska fótbóltssambandinum

Les eisini: U21- landsliðið skal stríðast í hitanum í Armenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder