Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Í kvøld klokkan 20 dystast Olimpija Ljubljana og KÍ í 4. umfari í Conference League-bólkaspælinum. Dysturin verður spældur á slovenska tjóðarleikvøllinum, Stozice, sum rúmar umleið 16.000 áskoðarar.
Tað fer tó at tykjast heldur tómligt til dystin í kvøld. Sum nú er, eru undir 3.000 atgongumerki seld til dystin, og felagið væntar ikki, at fleiri enn 3.000 verða seld. Fólk sum Portalurin hevur prátað við á staðnum siga, at áhugin ikki er so stórur fyri Olimpija í løtuni.
Hetta er annars størsta felagið í slovenska høvuðsstaðnum, men tað hevur ikki gingið so væl seinastu tíðina, har ein venjari er koyrdur til hús. Sum bolt.fo eisini skrivar, so er talan um krevjandi áskoðarar, og á Tórsvølli fingu spælararnir av at vita eftir seinasta bríksl.
Sí eisini: Slovenar eru kroystir
Magne Hoseth mitt á leikvøllinum í Slovenia. Nógv setur her vera tóm í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast lutfalsliga fáir áskoðarar, so vera lutfalsliga nógv sum halda við KÍ - serliga tá hugsað verður um, at tað ikki er so høgligt at koma úr Føroyum til slovenska høvuðsstaðin. Eini 10-12 norðoyingar hava tó leitað sær hendavegin sum áskoðarar, og formaðurin hjá KÍ váttar fyri Portalinum, at 40-50 fólk, ið fara at halda við KÍ, vera á leikvøllinum í Ljubljana í kvøld.
Sí eisini: Formaðurin væntar sigur við einum máli (Video)
Tummas Lervig og onnur KÍ-umboð eru á staðnum. Síðani koma eisini nakrir útlendingar, sum halda við KÍ, at sita í bólkinum har føroysku áskoðarnir eru. Nógvir føroyingar koma eisini úr Kroatia. Har spældi U16-landsliðið við dreingjum í dag sín seinast EM-undankappingardyst (1-3 móti Kosovo). Seinni fara spælararnir, venjarar og hjálparfólk í ein buss, sum koyrir yvirum markið til Slovenia. Hesin túrurin tekur umleið tveir tímar, og hesin bólkurin kemur eisini uppí skaran av KÍ-fjepparum í kvøld.
-------------------------------------
UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11:
Olimpija Ljubljana - KÍ
Slovan Bratislava - LOSC Lille
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni Portalinum í samstarvi við dystir.fo.
Sjónvarp: TV2 Play (Neyðugt við haldi)
Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Sí eisini:
Magne Hoseth: - Skulu helst vinna í morgin fyri at koma víðari
Árni Frederiksberg: - Skulu helst hava seks stig afturat - hugsavna okkum bert um hendan dystin
Føroyamestararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald