
Tað er háspenningur í B36-leguni í høvuðsstaðnum í Montenegro og ímillum B36-fjepparar í Føroyum. Málleysi javnleikurin í Gundadali hevur við sær, at Jákup á Borg og hansara menn við góðum úrslitið í Podgorcia í kvøld, kunnu spæla seg víðari til 2.undanumfar í Evropa League. 1-1 er til dømis nóg mikið; skorar B36 eitt mál skal heimalaiðið skora tvey.
B36 sló St Joseph's av Gibraltar út í Preliminary Round, og OFK Titograd Podgoricia gjørdist næsta mótstøðuliðið hjá B36. Deildin í Montenegro er bert nøkur pláss frammanfyri Betri-deildini á UEFA-styrkilistanum(UEFA coefficients), og í fyrra hálvleiki í Gundadali var B36 nakað omaná. OFK Titograd hevði tó eina góða periodu í 2.hálvleiki, og javnleikur var helst í lagið.
Hópurin hjá B36 kom til Montenegro longu sunnudagin seinnapartin, og á tíðindafundi í gjár segði Jákup á Borg, at tað var millum annað fyri at venja seg við nógva hitan. Jákup lat annars sera væl at umstøðunum og fyrireikingunum hjá hansara liðið
Les eisini: B36 leggur seinastu hond á fyrireikingarnar í Montenegro
Spurdur um B36 kann yvirraska, so segði Jákup Á Borg, at tað kunnu teir avgjørt tað. Hann ásannaði tó, at tað fór at vera sera trupult, tí har eru sterkir leikarar á Podgorcia-liðinum, og teir fara at koma undir eitt ávíst trýst. Men Jákup vísti til ein javnan dyst í Føroyum, og var vísur í at B36 fór at skapa møguleikar til at skora
Til seinast var B36-venjarin spurdur um møguleikan at spæla ímóti Besiktas, ið vann sín bólk í Champions League í fjør, í næsta umfarið. 38-ára gamli fyrrverandi landsliðsleikarin svaraði, at tað hevði verið fantastiskt, og at teir sjálvandi droyma um hetta, men at teir vistu at tað skuldi arbeiðast sera hart fyri tí.
Les eisini: Erlendur Magnusson: Skeg um vit spældu okkum víðari aftur
Hjá B36 er Andrias Eriksen skaddur, og Michal Pryzbylski fekk ikki loyvi uppá pláss til tíðina til hetta umfarið.
Les eisini: Michal Pryzbylski kortini ikki tøkur - Hetta er øgiliga tungt
Dysturin í Montenegro byrjar klokkan 19.30 føroyska tíð; 20.30 lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald