Í teimum báðum fyrstu dystunum í Wild Card-umfarinum, teimum í AFC, vóru tað Texans og Titans, ið sigraðu í tøttum dystum og harvið komu víðari.
Les eisini: Stórtíðin hjá Brady og Patriots tykist vera av
Í gjárkvøldið vóru tað fýra lið úr NFC, sum stríddist um plássið í Divisional Round (fjórðingsfinalunum) New Orleans Saints var størsti favoritturin í umfarinum men fekk ongantíð av álvara sítt spæl at koyra móti einum væskipaðum Vikings-liðið. Drew Brees spældi ikki upp til sítt besta, meðan Dalvin Cook rann væl fyri víkingarnar. Heimaliðið fekk syrgt fyri, at dysturin fór í longda leiktíð, men har fekk Saints ongantíð fatur á bóltinum. Kirk Cousins kastaði til Kyle Rudolph, sum staddur í horninum av máløkinum (endzone) avgjørdi dystin. Eitt stórt vónbrot hjá Saints meðan Vikins nú skulu royna seg í San Fransisco komandi vikuskifti.
Cook (nr.33) hevur verið ein lykil hjá Vikings alt árið. Møguleikarini hjá 40-ára gamla Brees at vinna ein eina Super Bowl fækkast (Myndir: EPA
Tá Eagles vann Super Bowl fyri tveimum árum síðani var tað við eykaquarterbakkinum Nick Foles á odda. Carson Wentz gjørdist skaddur áðrenn endaspælið, og í sínum fyrsta endaspælsdysti nakrantíð í gjárkvøldið noyddist hann av vølli í fyrsta fjórðingi orsakað av einum slagi í høvdi. Sostatt kom 40-ára gamli Josh McCown inn til sín fyrsta dyst í einum endaspæli, og hann royndi at gera sítt. Eagles er tó rakt av nógvum øðrum skaðum í álopinum, og verjan hjá Seahawks, Russell Wilson og DJ Metcalf avgjørdu dystin, ið var uttan nógv stig og undirhald.
Stóri, sterki og skjóti DK Metcalf gav verjuni hjá Eagles høvuðbrýggj: Sjey loftaðir bóltar fyri 160 yards og eitt touchown (Mynd: EPA)
Wild Card Weekend:
(NFC)
Sunnudagin 5. januar 2020:
Minnesota Vikings - New Orleans Saints 26-20 (20-20 eftir vanliga leiktíð)
Seattle Seahawks - Philadelphia Eagles 17-9
Leygardagin 4. januar 2020:
(AFC)
Buffalo Bills - Houston Texans 19-22 (19-19 eftir vanliga leiktíð)
Tennesee Titans - New England Patriots 20-13
Útiliðið stendur frammanfyri
Divisional Playoffs:
NFC: 21:35 San Francisco 49ers – Minnesota Vikings
AFC: 01:15 Baltimore Ravens – Tennessee Titans
Sunnudagin, 12. januar
AFC: 20:05 Kansas City Chiefs – Houston Texans
NFC: 23:40 Green Bay Packers – Seattle Seahawks
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald