Føroyska A-landsliðið hjá monnum í hondbólti spælir í annaðkvøld týðandi dystin í EM-undankappigini. Ein sigur móti Rumenia sendir Føroyar nærri einum plássi í EM-endaspælinum næsta ár, ið er málið hjá Hondbóltssambandinum og liðnum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er aftur, og nógvir av føroysku spælarunum hava lyft sítt støði seinastu tíðina. Harvið eru vónirnar góðar.
Áskoðararnir kunnu spæla ein stóran leiklut, og sum Ári Rouch frá HSF segði við Portalin í gjár, so hevur heimavøllurin størri týdning í hondbólti enn í øðrum ítrótttagreinum: Hetta hevur man merkt í Føroyum fyrr, og vónin er at Høllin á Hálsi, har liðið venur í løtuni, verður ein týðandi viðspælari.
Hendan høllin verður íhvussu er full. Fyri lítlari løtu síðani kunnaði HSF okkum um, at tað er heilt útselt til dystin. Yvir 1.500 atgongumerki eru seld, umframt at 200 onnur fólk við millum annað arbeiðsuppgávum vera í høllini. Harvið vera útvið 1.800 fólk, ið stuðla Føroyum til staðar í annaðkvøld, og hetta eigur at merkjast.
Vit hava myndir frá venjing og annað tilfar upp til og um sjálvan dystin
Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - mikudagin 8. mars 2023
19.00: Føroyar - Rumenia
Støðan í bólki 4 eftir tvey umfør:
Eysturríki 4 stig
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 0 stig
Fyri at koma til EM krevst í minsta lagi eitt triðja pláss. Fýra av teimum bestu átta trý'arunum í undankappingini koma víðari - Føroyar hava fýra dystir at flyta seg upp eftir stigatalvuni.
Hondbóltur
Útselt til EM-brakið í annaðkvøld
Tað vera umleið 1.800 fólk í Høllini á Hálsi til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Rumenia. Hondbóltssambandið kunnar Portalin um, at øll atgongumerkini eru seld.
Høllin á Hálsi til reiðar til undankappingardystin í annaðkvøld - her verður fullsett (Mynd: Sverri Egholm)
2023-03-07 16:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald