Annað

Vágafeløgini fóru avstað við stóru steypunum

Sørvingar koppaðu favorittunum úr Mjølni (3-1), og Dráttur vann eftir javnbrótara á Fleyr.

Sørvingar kundu stórfegnast um fyrsta steypagullið á manssíðuni í seks ár. SÍ basti Mjølni, ið annars hevur sitið tungt á mansflogbóltinum seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sørvingar kundu stórfegnast um fyrsta steypagullið á manssíðuni í seks ár. SÍ basti Mjølni, ið annars hevur sitið tungt á mansflogbóltinum seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-25 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vaksnamannafinalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum hjá flogbóltinum gjørdust ógvuliga spennandi.

Kvinnurnar løgdu fyri, og fyrsta setti endaði við eykabóltum og sigri til Drátt. Liðið úr Vágunum var eisini favorittur, men Fleyr vann 2. sett, ið eisini var ógvuliga javnt, og síðani 3. sett. Har var munurin heili 18 bóltar, og so var 2-1.

Onkursvegna reisti Dráttur seg frá hesari niðurbræðingini. Tað eydnaðist at vinna 4. sett, og í javnbrótaranum - 5. setti - var dramatikkurin høgur, áðrenn eyðsýnda Terezu Kerpcarova avgjørdi fyri Drátt við einum smasji. 

[object Object]
Fyriuttan 3. sett, ið Fleyr vann 25-7, var steypafinalan hjá kvinnum ógvuliga jøvn og spennandi (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Tað gjørdist talan um 5. sett, at enda kundu tær í hvítum fegnast (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Bónus steypafinalan hjá kvinnum 2024:
Fleyr - Dráttur 2-3 (26-28, 25-23, 25-7, 21-25, 13-15)

Les meira: Dráttur steypavinnari hjá kvinnum eftir fimm sett
Sí fleiri myndir frá Jens Kristian Vang her

Dráttur er oddalið í landskappingini hjá kvinnum. Hjá monnum er Mjølnir greitt oddalið, og sigursvanda liðið úr Klaksvík hevði ein rímiliga greiðan favorittleiklut undan finaluni móti SÍ í 

Líka løgdu sørvingar í. Teir spældu eina sterka finalu, meðan Mjølnir ikki heilt spældi upp til sítt toppstig. Trý tey fyrstu settini vóru ógvuliga jøvn, har neyðugt var við fleiri eykabóltum í 2. setti. SÍ vann tvey tey fyrstu settini, áðrenn Mjølnir svaraði aftur í 3. setti.

Í 4. setti lótu sørvingar tó ongan iva um, at teir vóru stinnari á degnum. SÍ vann 25-16 og harvið 3-1 samanlagt. Hetta var fyrstu ferð, at SÍ vann steypakappingina hjá monnum síðani 2018 og sjálvsagt stórur fagnaður á mongu áskoðarunum hjá liðnum.

[object Object]

[object Object]
Sørvingar ovurfegnir, nú teir í bláum koppaðu Mjølni (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Bónus steypafinalan hjá monnum 2024:
SÍ -
Mjølnir 3-1 (25-22, 29-27, 24-26, 25-16)

Les meira: SÍ steypavinnari við 3-1 sigri
Sí fleiri myndir frá Jens Kristian Vang her

[object Object]
Yvirlit sæst á fbf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder