Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svmijifelag er í løtuni til HM á stuttgeil í Melbourne, Avstralia sum einasta føroyska umboðið.
Mánakvøldið gjørdist Vár nummar 22 í innleiðandi riðlinum á 400-metra teininum, og um midnáttarleitið skuldi hon svimja 100 metrar frísvmijing.
Les eisini: Vár er nummar 22 í heiminum í 400-metra frisvimjing
Tíðin gjørdist søgulig. Vár Eidesgaard kom ikki í finaluna, men at hon svam teinin uppá 56.21 sekund merkir, at 21-ára gamla kvinnan sett nýtt føroyskt met í 100 frí,
Hon átti sjálv føroyska metið á 56.48 sekund, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/12/14/890x590/1671015766e3ath4vhmz.jpg)
Kelda og mynd: svimjing.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald