Annað

Váttað: Brady skal spæla fyri Buccaneers

42-ára gamli quarterbakkurin, ið er tann mest vinnandi í nýggjari tíð, flytir nú til Tampa í Florida. Talan er um tvey-ára sáttmála.

Eftir 21 ár skiftir Brady frá Patriots (Mynd: EPA)

Eftir 21 ár skiftir Brady frá Patriots (Mynd: EPA)

2020-03-20 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur alla sína yrkisleið umboðað New England Patriots. Har hevur nummar 12 havt Bill Belichick sum venjara og teir hava verið oddamenn í stórheitstíðini hjá felagnum úr Boston-økinum. Seks Super Bowls hevur felagið vunnið hesa øldini. 

Týsdagin gjørdist greitt, at Brady ikki heldur fram í felagnum. Nógv hevur seinastu mánaðirnar bent á, at júst hetta fór at henda, og í dag er endliga greitt, at framtíðin hjá Tom Brady liggur í Florida.

Hann skal nú spæla fyri Tampa Bay Bucaneers. Felagið vann Super Bowl fyri fyrstu ferð í 2003, árið eftir at Brady vann sína fyrstu, men hevur síðani havt tað trupult. Seinast Buccaneers vóru í endaspælinum var í 2007, og hetta er næstlongsti turkurin av øllum 32 liðunum í NFL. 

Nú skal Tom Brady royna, at fáa liðið aftur har sum tað er stuttligt at verða. Leikarin kunngjørdi sjálvur skifti á Instagram í dag, har hann skrivaði, at nú byrjar ein nýggj fótbóltsferð. 

Læknakanning hevur verið í New York seinastu tveir dagarnar. Sambært Adam Schefter frá ESPN er talan um ein tvey-ára sáttmála. Virði liggur helst á umleið 50 milliónum dollarum.

Tampa Bay Buccaneers, vanlig nevnt Bucs, hevur somu eigarar sum Manchester United: Glazer-familjuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder