Fótbóltur

Váttað: Dysturin verður tikin upp aftur um eina løtu

Heldur óvæntað er avgerð tikin um, at Danmark og Finnland spæla dystin lidnan í kvøld - avgerðin er tikin, eftir at leikararnir eru vissaðir um, støðan hjá Christian Eriksen er heilt stabil.

Finski leikarar hita upp í løtuni. Dysturin stendur at byrja aftur 19.30. Fyrst verður endin av fyrra hálvleiki spældur og eftir ein stuttan steðg: 2. hálvleikur.

Finski leikarar hita upp í løtuni. Dysturin stendur at byrja aftur 19.30. Fyrst verður endin av fyrra hálvleiki spældur og eftir ein stuttan steðg: 2. hálvleikur.

2021-06-12 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann søguligi EM-dysturin í Parkini millum Danmark og Finnlandi varð støðgaður eftir 40 minuttir, tá Christian Eriksen brádliga small um í høgru síðu, júst sum hann tók ímóti bóltinum. 29-ára gamli danin fekk hjartamassagu og aðra viðgerð á vøllinum í áleið eitt korter, áðrenn hann varð borin av vøllin.

Á veg út á vøllinum hevði Eriksen iltmasku á og lyfti høvdið upp, sambært einari mynd, ið hevur verið nógvastaðni at síggja seinasta stóra tíman. Beint eftir klokkan hálvgum sjey komu boðini um, at Christian Eriksen var vakin, at støðan var stabil, og at hann var undir kanningum á Ríkissjúkrahúsinum.

Les eisini: 
Christian Eriksen small um
Christian Eriksen er vakin - støðan er stabil

Síðani er tað aftur staðfest, at støðan hjá Eriksen er stabil, og at hann verður verandi innlagdur, til fleiri kanningar. Orsakað av at hann hevur tað gott, hava leikararnir sagt gott fyri, at dysturin kann spælast víðari. Donsku leikararnir er júst klappaðir inn á vøllin aftur -millum annað av finsku leikarunum. Teir stóðu saman rundanum Eriksen allatíðina undir viðgerðini og á veg út, og sambært DBU hava teir játtað at spælt dystin lidnan orsakað av góðu tíðindunum av Ríkissjúkrahúsinum. Peter Møller, fótbóltsstjóri, hevur júst nú váttað á DR1, at leikarar hava havt samband við Christian.

Upphitingin er í gongd í Parkini nú. Dysturin byrjar aftur 19.30, ella eitt sindur seinni. Fyrsti verður endin av fyrra hálvleiki spældur og eftir ein stuttan steðg: 2. hálvleikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder