Stóra hondbóltsfelagið í týska høvuðsstaðnum, Füchse Berlin, váttar nú at tey hava skrivað undir við unga vongin á føroyska landsliðnum, 20 ára gamla Hákun West av Teigum.
Har er ætlanin, at hann kemur at avloysa legendariska danska leikaran av føroyskari ætt, Hans Lindberg, sum ikki fær sín sáttmála longdan.
Hákun West av Teigum flutti sum 16 ára gamal til Danmarkar fyri at satsa upp á hondbóltin, og royndi seg fyrstu ferð í bestu deildini longu í kappingarárinum 2020/21.
Núverandi liðið hjá Hákuni, Skanderborg-Aarhus Håndbold luttekur í ár í European League fyri fyrstu ferð, og er í bólki við júst Füchse Berlin.
Í skrivinum, sum týska felagið í dag hevur lagt út á heimasíðuna verður víst á, at at Hákun er ein klassaspælari eitt nú við at skora 11 mál móti Eurofarm Pellister í sínum fyrsta europeiska dysti fyri danska felag sítt.
Í gjárkvøldið spældi Skanderborg-Aarbus móti ukreinska liðnum HC Motor Zaporizhscha. Dysturin varð spældur í Düsseldorf í Týsklandi, og danska liðið vann sannførandi 37-31. Hákun West av Teigum skoraði seks mál í seks royndum.
6. desember skal Hákun til týska høvuðsstaðin fyri at spæla móti komandi felagi sínum, sum liggur ovast í bólki D í Europa League við fýra stigum fyri tveir dystir, eins og Skanderborg-Aarhus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald