Fótbóltur

Veddingarfyritøkurnar hava Ongland sum lítlan favoritt

Ein sigur til heimaliðið eftir 90 minuttir gevur hjá fleiri av teimum stóru veddingarfyritøkunum odds 2,50, men mett verður ikki at munurin verður stórur í EM-finaluni.

Harry Kane og allir ongleingar vóna, at tað eydnast at fáa tað heim í kvøld (Mynd: EPA)

Harry Kane og allir ongleingar vóna, at tað eydnast at fáa tað heim í kvøld (Mynd: EPA)

2021-07-11 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á pappírinum er ikki so lætt at taka dagar ímillum Italia og Ongland, ið hava spælt seg í EM-finaluna við ósigraðari gongd. Bæði liðini høvdu heimavøll í bólkaspælinum, og har høvdu Donnarumma og Pickford tað til felags, at einki mál fór inn hjá teimum.

Italia spældi áttandapartsfinalu og hálvfinalu á Wembley, og har endaði tað við sigri eftir ávíkavist longda leiktíð, móti Eysturríki, og brotssparkskapping, móti Spania. Millum hesar longu dystirnar vann Italia 2-1 eftir flott avrik móti Belgia í München. 

Ongland spældi eisini á Wembley í áttandapartsfinaluni og í hálvfinaluni. Millum sigrarnar á Týsklandi og Danmark varð Ukraina skúgvað til viks við 4-0 sigri í Roma.

Nú nærkast av álvara til brakið í London, har teir allarflestu av teimum 65.000 áskoðarunum fara at rópa á Onglandi. Júst heimavallarfyirmunurin er helst ógvuliga týðandi í metingini hjá veddingarfyritøkunum og fleiri "serfrøðingum", ið meta liðið hjá Southgate vera lítlan favoritt at vinna dystin og harvið vinna sítt fyrsta EM-heitið - tó eru ósemja millum viðmerkjarar, um hvønn veg tað helst fer at koppa.

Ein sigur til Ongland gevur hjá fleiri av teimum stóru veddingarfyritøkunum odds 2,50 ella harum. Tað er tó ikki stórur munur á tí, og um tað endar við javnleiki eftir 90 minuttir og harvið verður neyðugt við minst longdari leiktíð. Har fær ein pengarnar beint undir tríggjar ferðir aftur hjá teimum flestu. Ein sigur til Italia eftir 90 minuttir gevur millum trý og 3,50.

Fyrsta bríksl á Wembley verður í kvøld klokkan 20. Tað verður Björn Kuipers, ið fer at floyta og stýra í London, har umleið 65.000 áskoðarar verða til staðar.

Les eisini: 
Chiellini: Leikararnir á bonkinum høvdu megnað at spælt Ongland í finaluna

Southgate fer helst at fáa riddaratign


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder