Fótbóltur

Chiellini: Leikararnir á bonkinum hjá Ongland høvdu megnað at spælt liðið í finaluna

Liðformaðurin hjá Italia hevur seinastu dagarnar havt nógv rósandi orð um mótstøðuliðið í finaluni, men hevur eisini prikað við millum annað at siga at Ongland ikki er undirhaldandi, og at tað var heldur upplagt, at teir komu í finaluna eftir so nógvar heimadystir í endaspælinum.

36-ára gamli Giorgio Chiellini er liðformaður hjá Juventus og Gli Azzuri. Hann hevur millum annað sagt, at trýstið liggur á vertunum í finaluni (Mynd: EPA)

36-ára gamli Giorgio Chiellini er liðformaður hjá Juventus og Gli Azzuri. Hann hevur millum annað sagt, at trýstið liggur á vertunum í finaluni (Mynd: EPA)

2021-07-11 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Ongland í kvøld spælir sína fyrstu EM-finalu nakrantíð verður tað á heimavølli. Soleiðis var eisini í HM í 1966, og tað er einastu ferð, at leyvurnar hava fingið hendur á einum stórum steypi. Atfinningarsamar og prikandi røddur hava verið frammi um, at tað er ikki løgið, at leyvurnar eru í finaluni, at Ongland bert kann spæla seg í finalur í stórum kappingum, tá teir spæla á heimavølli, og at kappingarleisturin hesuferð hevur verið teimum stórliga til fyrimuns.

Les eisini: 
Eingilska fótbóltssambandið fingið bót
UEFA forsetin: Soleiðis eigur endaspælið ikki at verða skipað aftur


Ein av teimum, sum á sín hátt er í hesum kórinum, er liðformaðurin hjá Italia, sum í kvøld skal royna at basa Kane og co á Wembley.

- Tað var lætt at spáa um, at Ongland fór at vera í hesari finaluni, nú tá teir kundu spæla seks út av sjey dystum á heimavølli. Teir spæla ikki so vakurt og undirhaldandi, men teir eru truplir at spæla ímóti.

[object Object]
Chiellini og Alba undan brotssparkskappingini á Wembley, har italski liðformaðurin stuttleikaði sær eitt sindur (Mynd: EPA)

Soleiðis segði Giorgio Chiellini fríggjadagin. 36-ára verjuleikarin legði afturat:

- Eg helt beinanvegin, at Ongland avgjørt var eitt upplagt boð til at vinna EM. Liðið hevur góðsku, fysikk - er støðufast haldgóð og vælskipað. Ongland kom jú eisini til hálvfinaluna til seinasta endaspæl 

Kane, Sterling og hinir - Chiellini og Bonucci

Italski liðformaðurin fór skaddur út í fyrra hálvleiki í dysti nummar tvey móti Sveis. Síðani sat hann á áskoðaraplássinum tveir teir næstu dystirnar - har tað var nervapirrandi í áttandapartsfinaluni móti Eysturríki, ið fór út í longda leiktíð, á Wembley. Francesco Acerbi úr Lazio var Chiellini ein góður avloysari undir liðuni á Leonardo Bonucci, men móti Belgia og Spania hava samanlagt 70-ára gomlu verjukempurnar úr Juventus mannað italsku miðverjuni, og tað fara teir aftur at gera í kvøld. Tað snýr seg, sambært Chiellini, ikki bara um at støðga Harry Kane og Raheem Sterling, ið samanlagt hava sjey mál í endaspælinum og sum hava verið við í øðrum eisini, tí Ongland hevur so nógva góðsku og ymiskar dygdir í hópinum: 

- Kane og Sterling eru dygdarleikarar, og vit noyðast at avmarka teir. Men hinir yngru leikararnir í álopspartinum, so sum Saka, Grealish og Foden, hava allir sínar dygdir, ið eru øðrvísi. Eg skal helst ikki koma út at renna kapp við til dømis Sterling, og vit skulu finna loysnirnar uppá, hvussu vit støðga teimum ymsu vandamiklu onglendingunum. Ongland hevur so nógvar dygdir í hópinum, at teir sum fyri tað mesta hava sitið á bonkinum saman høvdu spælt seg í finaluna í kappingini. Tað verður ikki bara Bonucci og Chiellini móti Kane og Sterling, segði miðverjin á almenna tíðindafundinum í gjár - tað er Italia móti Onglandi.

[object Object]
Chiellini sæst her á grasinum á Wembley undan hálvfinaluni móti Spania (Mynd: EPA)

[object Object]
Verjukempurnar Bonucci og Chiellini fagnast saman við Domenico Berardi eftir mál í byrjanardystinum (Mynd: EPA)

Venjarin Roberto Mancini vísti á tíðindafundinum eisini á dygdirnar hjá serliga Sterling. Giorgio Chiellini segði millum eisini, at trýstið er á vertunum. Italia hevur einaferð áður vunnið EM. Tað var á heimavølli í 1968. Tó hevur Gli Azzuri fýra HM-heiit at breggja sær av.

Fyrsta bríksl á Wembley verður í kvøld klokkan 20. Tað verður Björn Kuipers, ið fer at floyta og stýra í London, har umleið 65.000 áskoðarar verða til staðar.

Les eisini: 
Southgate fær helst at fáa riddaratign
Vóru nær við at gloyma Vialli eftir í Italia


Á forsíðu okkara ber til at geva til kennar, hvørjum ein heldur við í EM-finaluni í kvøld. Yvir 2.500 hava í skirvandi stund atkvøtt, og javnt er ímillum liðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder