68 megnaði at vera verandi í fremstu fótbóltsdeildini í Føroyum, og nú er stóra uppgávan á Toftum at stabilisera seg í deildini.
Seinastu dagarnar eru nógvir sáttmálar undirskrivaðir, og í dag kunngerð felagið at venjaratoymið er upp á pláss.
Aleksandar Jovevic sum var hjálparvenjari í fjør, verður næsta kappingarár høvuðsvenjari hjá ÍF, sum í ár flutti niður í næstu bestu deildina.
Men felagið fær lokala hjálp. André Olsen, sum í 2019 og 2020 var hjálparvenjari hjá B36, og í part av árinum í ár hjálparvenjari hjá NSÍ, kemur afturat Øssuri.
Harafturat kemur Allan Tungá afturat sum kropsligur venjari.
B68 endaði í gjár á einum áttanda pláss við 25 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald