Hondbóltur

Vertirnir vunnu stórsigur í søguliga dystinum

Sveis megnaði bert at skora 14 mál frammanfyri 53,586 áskoðarum í Düsseldorf. Frakland vann greitt á Norðurmakedónia - í dag verða seks EM-dystir spældir.

Yvir 50.000 áskoðarar til staðar á tí, sum vanliga er ein fótbóltsleikvøllur. Týskland var rímiliga sannførandi móti Sveis, ið vísti lítið skerpni (Mynd: EPA)

Yvir 50.000 áskoðarar til staðar á tí, sum vanliga er ein fótbóltsleikvøllur. Týskland var rímiliga sannførandi móti Sveis, ið vísti lítið skerpni (Mynd: EPA)

2024-01-11 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í EM-endaspælinum hjá monnum í Týsklandi vórðu spældir í gjárkvøldið.

Hetta vóru einastu dystirnir, ið verða spældir í Düsseldorf. Fótbóltsleikvøllurin Merkur Spiel Arena varð nýttur til høvi, nú heimsmet fyri áskoðarar til ein hondbóltsdyst skuldi setast.

Atgongumerkini vóru galdandi fyri teir báðar fyrstu dystirnar í bólki A. har tað vóru fleiri til tann seinna dystin, har vertirnir tóku mótu Sveis. Tá var næstan tíggju-ára gamla metið fyri ein hondbóltsdyst - sum eisini var týskt (44.000) - væl og virðiliga sett. Alemenna áskoðaratalið á serstaka leikvøllinum var 53,586.

--

Elias Ellefsen á Skipagøtu
Lag: Á Sigursferð, Benjamin Rajani

--

Um tað var ov nógv trýst á sveisisku gestunum vegna hetta, er ilt at siga. Í øllum førum var avrikið ikki gott móti Týsklandi, sum skjótt fór avstað og vann 27-14. 14 mál skotin er metlágt fyri ein dyst í EM-endaspæli hjá monnum. Sveis hevur nú ivasama metið saman við Kroatia (1998) og Ungarn (2016)

Sterki týski málverjin, Andreas Wolff, ið eisini gav føroyingum stórt høvuðbrýggj í HM-undankappingardysti í fjør, var sum ein múrur, og tók 59 prosent av sveisisku skotunum. Harvið var grundarlagið fyri stórsigrinum lagt.

[object Object]
Sveisisku spælararnir høvdu ógvuliga torført við at fáa bóltin framvið Andreas Wolff í týska málinum (Mynd: EPA)

[object Object]
Ógvuliga góð hagtøl hjá "úlvinum" í týska málinum (Mynd: EHF)

[object Object]
Dika Mem og Frakland komu í gongd við tíggju-máls sigri á Norðurmakedónia (Mynd: EPA)

Frakland var eisini stórfavorittur í sínum dysti og vann, eins og Týskland, trygt. Bæði liðini løgdu út sum eitt óløgi við at skjóta nógv mál, men móti endanum av 1. hálvleiki tók Frakland yvir. Hetta var, tá tamarhald kom á verjupartin. Í 2. hálvleiki var ongantíð nakar ivi, og ein av favorittunum at koma í hálvfinalurnar stóð royndina í byrjanardystinum og vann við tíggju málum.

Lagt er av álvara upp til, at Frakland og Týskland verða tey bæði liðini, ið fara víðari úr bólkinum, og lagt er upp til bólkafinalu millum liðini sunnudagin. Hetta verður í Berlin, har restina av bólkinum fer fram.

Bólkurin hjá Føroyum er eisini í høvuðsstaðnum. Føroyska liðið spælir søguligan dyst í Mercedes Benz-leikhøllini í kvøld. Skaðarakta, men sterka, Slovenia er mótsstøðuliði frammanfyri túsundals spentum føroyingum. Noreg og Pólland spæla í somu høll klokkan 19.30, og øll Norðurlondini, fyriuttan Ísland, skulu í EM-eldin í dag. Føroyar eru eitt av trimum londum, sum eru við til EM á fyrsta sinni. Grikkaland og Georgia fáa eisini sín elddóp í dag, tá seks dystir verða spældir.

Sí eisini: 
Gleða seg til at syngja tjóðsangin og veruliga royna seg
Peter Bredsdorff Larsen: - Vit eru við fyri at skapa góð úrslit
Myndir: Stillaðu siktið í Mercedes Benz-høllini

Samrøður: 
Ungir fjepparar: - Hetta mátti upplivast
Hákun West av Teigum: - Stóri stuðulin merkir alt fyri okkum
Kjartan Johansen: Kunnu avgjørt gera ein vørr - longu í morgin

EM 2024, bólkur A
1. umfar - í gjár mikudagin 10. januar
Frakland - Norðurmakedónia 39-29 (17-13) 
Týskland - Sveis 27-14 (13-8)

Í dag, hósdagin 11. januar
Bólkur D - Berlin
17.00: Føroyar - Slovenia
19.30: Noreg - Pólland

Bólkur E - Mannheim
17.00: Niðurlond - Georgia
19.30: Svøríki - Bosnia & Hersegovina

Bólkur F - München
17.00: Portugal - Grikkaland
19.30: Danmark - Kekkia

Dystirnir síggjast millum annað á danska TV2 Sport og á TV2 Play. Dysturin hjá Føroyum sæst í Kringvarpinum. Portalurin er á staðnum og hevur beinleiðis blogg stóran part av degnum, umframt ymiskt tilfar úr føroysku leguni og stóra áskoðaraskaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder