Fótbóltur

Video: - Glaður fyri at leikararnir standa saman og venda dystinum skjótt

Landsliðsvenjarin fegnast eisini um teir mongu málmøguleikarnar, ið liðið skapti í 5-1 sigrinum. Nú byrjar viðgerðin av dystunum og fyreiking til dystirnar í heyst, men sviin skal eisini hava summarfrí.

2021-06-07 23:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson var sum heild heilt væl nøgdur við metsigurin á Liktinstein og við hesa júst farnu vikuna sum heild.

Landsliðsvenjarin er vónbrotin av fyrstu tjúgu minuttunum, har Føroyar ikki fáa sett spælið nóg væl og lata eitt mál inn. Men so venda leikararnir tíbetur dystinum skjótt við at standa saman og skapa møguleikar útfrá teimum prinsippinum, ið arbeitt hevur verið útfrá, sigur sviin, sum nú hevur stað á odda fyri føroyska manslandsliðnum í 13 dystum.

[object Object]Håkan Ericson er higartil einasti venjari, ið hevur fingið ein fýra máls sigur í hús í altjóða skrásettum dysti (Mynd: Jens Kr. Vang)

Spurdur um nakrir leikarar av álvara gjørdu vart við seg hesuferð, svarar Håkan, at nógvir hava gjørt tað heilt væl, og at hann noyðist at hyggja nærri uppá avrikini, men hann nevndi serliga ein, sum hann í høvuðsheitinum heldur hevur skarað framúr.

- Brandur Olsen hevur víst høgan altjóða klassa, um vit hyggja eftir hesum dystunum.

Sí eisini: 
Brandur: Tað er deiligt og serligt at skora á landslidnum
Myndir: Føroyar - Liktinstein
Føroyar settu met

Håkan Ericson hevur ikki bara frí næstu smáu tveir mánaðirnar, hóast eingin landsdystur er á skránni fyrrenn fyrst í september, tá Ísrael, Danmark og Moldova vitja á Tórsvølli í HM-undankappingini.

- Nú skulu hesir dystirnir viðgerast, hagtøl skulu setast inn, og vit skulu analysera næstu trý mótstøðuliðini. Men so skal eg eisini hava eitt sindur av feriu, nú summarið kemur í Svøríki og í Føroyum, sigur ein smílandi landsliðsvenjari at enda.


placeholder
placeholder