Varsjava, Pólland (Portalurin) - KÍ hevur í summar spælt seg í eitt evropeiskt bólkaspæl sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Í Íslandi hava Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik gjørt tað sama.
Liðið úr Kópavági skal spæla Conference League í heyst og í vetur, og 33-ára gamli rituvíkingurin setur í videobrotinum omanfyri orð á stórhendingina og avbjóðingina.
Tað snýr seg um at njóta tað, og eisini taka tað, sum tað kemur, sigur landsliðsáleyparin. Hann er nær við søguliga mál nummar 11, men jagstar í størri mun savnaða viðgongd við Føroyum.
Føroyar og Pólland spæla EM-undankappingardyst í annaðkvøld, hósdagin 7/9, klokkan 19.45. Tað er stutt frá Radisson gistingarhúsinum, har samrøðan omanfyri varð gjørd - á stóra og snøgga PGE Narodowy.
Les eisini: Stór uppgáva men fara sjálvandi eftir trimum stigum
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar - Skulu verja skansan og vera knívskarpir í kontraspælinum
Sí eisini: Gilli Rólantsson: Kenni meg framvegis sum part av TB
Sí eisini: Myndir: Stórslignar umstøður hjá lítlu fótbóltstjóðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald