Chisinau, Moldova (Portalurin) - Hann var ikki nógv á ungdómslandsliðnum, men vísir á at tolsemi og hart arbeiði seinastu árini hava verið lyklarnir.
23-ára gamli Mattias Heðinsson Lamhauge hevur seinastu tvey árini verið fastur fyrsti málverji hjá B36, og í fjør spældi hann tveir venjingardystir við A-landsliðnum.
Nú er Gunnar Nielsen ikki við, og Teitur Matras Gestsson gav avboð sunnudagin, tí unnustan átti tá. Harvið stóð valið millum Mattias Lamhauge og Bárð á Reynatrøð, og skjótt varð greitt, at havnarmaðurin fór at fáa møguleikan í Moldova.
Eyguni á bóltinum - Mattias Lamhauge undir málverjuupphitingini í Moldova (Mynd: Sverri Egholm)
Bárður á Reynatrøð bankar eisini eisini uppá. Víkinga-málverjin hevur spælt fast í sínum felagi tvey tey seinastu árini og hevur eisini staðið væl á U21-landsliðnum
Jákup Mikkelsen er nú málmansvenjari, og legendariski málverjin skýtur her til Mattias Lamhauge. 21-ára gamli Bjarti Vitalis Mørk (t.v.) er triði málverji og heilt nýggjur í A-landsliðshøpi (Myndir: Sverri Egholm
Nú roynir hann at fyrireika seg so væl sum møguligt og ikki hugsa so nógv um støddina av dystinum - tað kitlar tó eitt sindur eyka í búkinum, og tað er stórt, staðfestir málverjin.
Mattias er eisini fegin um, at fimm-meturin er heilt grønur og ikki fullur í sandi. Í venjingardystinum í Kosovo í november var tað umvent.
Føroyar og Moldova spæla EM-undankappingadyst á Cimbru leikvøllinum klokkan 19.45 í annaðkvøld. Portalurin hevur ymiskt annað tilfar upp til dystin.
Sí eisini:
(Video): Sølvi trivíst væl í hesum selskapinum - tað er ongantíð keðiligt
(Video - Mads Mikkelsen): - Elski at spæla hesar dystirnar á hægri støði
Spenningurin økist
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald