Fótbóltur

Spenningurin økist

Fyrsti heili dagurin í Moldova er fyri framman. Føroyska landsliðið venur í dag á Zimbru leikvøllinum, har EM-undankappingardysturin er á skránni í annaðkvøld. Talan verður helst um tætta uppgerð, har eitt nakað øðrvísi føroyskt lið skal vísa seg fram.

Jákup Biskopstø Andreasen og Patrik Johannesen á flogvøllinum í Chisinau í gjárkvøldið. Fyrrnevndi verður helst mest verjukendi miðvallarin, og  tvøramaðurin verður annar av áleyparunum fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen og Patrik Johannesen á flogvøllinum í Chisinau í gjárkvøldið. Fyrrnevndi verður helst mest verjukendi miðvallarin, og tvøramaðurin verður annar av áleyparunum fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-23 06:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin) - Fyri næstan júst tveimum árum síðani byrjaði HM-undankappingin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum her í býnum. Hetta er eisini staðið, har undankappingin til EM næsta ár fer í gongd.

25. mars í 2021 fingu Føroyar eitt stig á "Stadionul Zimbru". Meinhard Egilsson Olsen skoraði sítt fyrsta landsliðsmál seint í dystinum, og tryggjaði harvið Håkani Ericson og hansara monnum eitt stig.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen heilsar Meinhardi eftir 1-1 málið í Chisinau. Klæmint hevur síðani skora fleri landsliðsmál og er eitt frá at taka metið einsamallur - Meinhard hevur ment seg sum til at vera fastan mann og umráðandi í álopspartinum hjá Føroyum (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Seinni tað árið vunnu Føroyar á Moldova heimavølli - spurningurin er so, hvar liðini liggja til hvønn annan hesuferð. Heimaliðið er ein heilt lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum, spælararnir eru sum heild í betri dystarvenjing enn okkara, og Føroyar eru uttan fleiri av spælarunum, ið annars fast eru við.

Tó er tað ikki so, at vertirnir vera í fullari manning. Sum bolt.fo hevur víst á seinastu dagarnar, so eru onkur av stóru nøvnunum ikki við, og útskiftingin í føroyska hópinum er minni enn tann hjá Moldova; í mun til seinasta dystin millum liðini.

Sí eisini: 
Páll Klettskarð: - Ótruliga stuttligt at vera partur av hesum aftur
Sølvi Vatnhamar: - Trívist væl í hesum selskapinum og tað er ongantíð keðiligt

Håkan Ericson og toymi hava seinastu dagarnar fyrireika liðið við venjingum og øðrum í Føroyum. Í gjárkvøldið kom ferðalagið uppá pláss í Moldova eftir langa ferð, og í dag verður talan um venjing á Zimbru leikvøllinum - tíðindafundur verður áðrenn, og miðlarnir gera eisini samrøður.

Nakrar áhugaverdar avgerðir skulu takast, og sum landsliðsvenjarin segði í samrøðu við Portalin í samband við úttøkuna, so skal spælast útfrá teimum fyritreytum, ið eru. Håkan Ericson segði eisini, at tveir áleyparar og meira beinleiðis spæl er sannlíkt.

[object Object]
Landsliðsvenjarin á Tórsvølli týsdagin. Hann skal nú seta liðið væl upp og geva røttu boðini upp til undankappingardystin í annaðkvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Venjingarnar seinastu dagarnar hava bent á, at soleiðis verður. Í øllum førum tað at Breiðablik-liðfelagirnir Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen vera í álopinum. Mattias Lamhauge fær møguleikan at verja málið, eftir at Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð. Hetta hevur landsliðsvenjarin staðfest fyri FM1.

Sum vit (Portalurin) duga at síggja, so fer René Shaki Joensen at spæla á høgra bakki, liðformaðurin Viljormur Davidsen á vinstra og Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar manna helst miðverjuna.

Frammanfyri teir er KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen. Síðani verður royndi Sølvi Vatnhamar sum meira álopskendur sentralur miðvallari ella høgri kantur. Meinhard Egilsson hevur sett seg á plássið á vinstra kanti, og so bendir nógv á, at Mads Boe Mikkelsen fer at vera tann síðsti maðurin á miðvøllinum.

Sí eisini: 
Mads Boe Mikkelsen: Elski at spæla hesar dystirnar á hægri stigi
Patrik Johannesen: - Hetta er aftur eitt stig upp hjá mær


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder