Hondbóltur

Video: Elias hevði komið væl við, men ikki nakað vit brúka tíð uppá

Tað siga leikarar og hjálparvenjari aftaná dystin í gjár. Besti spælarin á føroyska liðnum, Elias á Skipagøtu, verður vónandi við aftur til avbjóðingarnar í vár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-10-17 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit taptu EM-undankappingardystin móti Eysturríki 30-28 í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið.

Aftaná dystin í gjárkvøldið spurdu vit Óla Mittún, Paula Jacobsen og Lars Møller, hjálparvenjara, hvussu hevði verið, um Elias á Skipagøtu var við.

Stóra føroyska stjørnan, Elias á Skipagøtu, hevur verið undir skurð í knænum, og verður eftir ætlan klárur í februar.

Føroyar spæla aftur í EM-endaspælinum í mars. Rumenia kemur á vitjan 8. mars, og 11. mars verður leikt í Rumenia.

(Forsíðumynd: Harald Bjørgvin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder