Fótbóltur

Video: Frísparksperla frá Stefani

Føroyski liðformaðurin javnaði til 1-1 við góðum skoti stutt uttanfyri brotsteigin, í 2-2 javnleikinum hjá U21-landsliðnum móti U19 hjá Íslandi í gjár. Tvøramaðurin átti eisini stóran leiklut í seinna málinum, ið eisini sæst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-04 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið fer týsdagin 8. juni í gongd við undankappingina til EM 2023. Tá vitjar Armenia á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 17:30. Eingir áskoðarar sleppa til dystin.

Sum fyrireiking hjá liðnum, ið hevur verið savnað síðani mánakvøldið, varð spælt ímóti U19-landsliðnum hjá Íslandi á Svangaskarði á gjárkvøldið.

Les eisini: U21 fekk javnleik móti Íslandi

Útiliðið kom á odda seint í 1. hálvleiki, eftir at ein íslendingur var fyrstur á bóltinum, ið hevði rakt yvirleggjaran. Hetta var í samband við eitt fríspark nakað til høgru. Úr ógvuliga líknandi støðu í 2. hálvleiki, tó nakað nærri málinum og meira sentralt, royndi Stefan Radosavljevic seg. Tvøramaðurin í HB hevur í tíggju U21-landsdystum skorað fýra mál - harav trý á Svangaskarði. Miðvallarin vísti í fjør, at hann kundi senda fríspark beinleiðis í mál á vakran hátt, tá hann skoraði fyri B36 í Klaksvík. Í gjárkvøldið sendi Stefan bóltin framvið múrinum úr beint yvir tjúgu metrum, og bólturin smeyg sær innum stólpan við nógvari ferð.

[object Object]
Stefan Radosavljevic er vanur at skora á Svangaskarði, tá hann spælir fyri U21-landsliðið (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Enn eitt fríspark frá føroyska liðformanninum leiddi til 2-1 málið. Stefan Radosavljevic smekkaði úr vinstru bóltin inn í málteigin, og bólturin fór í málið umvegis eitt íslendskt bein. Leiðslan hjá liðnum hjá Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen helt tó ikki: Ísland javnaði til 2-2, tá seks minuttir vóru eftir at leika.

Málini síggjast í sjónbandinum ovast

Íslendska U19-lansliðið spælur aftur á Svangaskarði sunnukvøldið. Tá er tað føroyska U19-landsliðið, ið er mótsstøðan.

Hjá U21-landsliðnum er tað komið dátt við, at Andrias Edmundsson kortini ikki er tøkur til undankappingardystin. Orsøkin er ein skaði í fótinum. Ein annars høgur miðverji, Dann Fróðason, er ivasamur í løtuni.

Liðið hjá Føroyum (U21) frá byrjan móti Íslandi
Peter B. Hansen - Hanus Sørensen, Børge Petersen. Samuel Johansen Chukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing - Jonn Johannessen, Steffan Ábrahamsson Løkin.

Keldur og tøl: 
Fótbóltssamband Føroya, Faroe Soccer og bolt.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder